Ætlaði álop sama dag

Skjøl, sum amerikanska sjónvarpið CBS hevur fingið fatur á,

avdúka, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri gav boð um álop á Irak nakrar fáar tímar aftan á yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington tann 11. september í fjør.
Amerikansku trygdartænasturnar vistu tá, at felagsskapurin al-Qaeda var uppi í atsóknunum at World Trade Center og Pentagon, men tænasturnar kundu ikki siga við vissu, at Irak hevði nakað samband við tað, sum var hent.
Men tað ørkymlaði ikki Rumsfeld. Sambært CBS gav hann monnum sínum boð um at fyrireika eitt álop á Irak sum hevnd fyri atsóknirnar í New York og Washington.