Ætlaði sær at flýggja

Fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, hevði lagt ætlanir um at flýggja úr varðhaldinum hjá amerikanska herinum í 2006, og hann hevði fingið lyfti um hjálp frá irakskum hermonnum, sum framvegis styðjaðu hann.

Tað stendur í einari nýggjari bók, sum ein av verjunum hjá Saddam hevur skrivað. Verjin skrivar, at eftir ætlanini skuldu irakskir hermenn søkja at fongslinum, har Saddam sat fangi, og teir skuldu hjálpa honum at flýggja til Ambar-landspartin.

Men ætlanin bleiv slept, tí aftan á ein skotbardaga uttan fyri fongslið gjørdi amerikanski herurin av at styrkja vaktarhaldið so munandi, at Saddam valdi at sleppa ætlan síni.