Ætlaði sær til Dubai

Maðurin, sum amerikanska løgreglan hevur sett í samband við bilbumbuna á Manhattan, royndi at sleppa umborð á eitt flogfar, sum skuldi til Dubai. Tað segði amerikanski løgmálaráðharrin, Eric Holder, á einum tíðindafundi.

Maðurin, sum varð tikin á JFK-flogvøllinum í New York, er amerikanskur ríkisborgari, men hevur pakistanskar røtur. Fyri trimum vikum síðani keypti hann bilin, sum bumban lá í.

Amerikanskir bumbuserfrøðingar siga nú, at bumban var so illa gjørd, at hon hevði neyvan brosið.