Landsverk hevur í samráði við Tjóðsavnið gjørt eina samlaða ætlan fyri bakkaverju at verja fornminnini í Kirkjubø. Ætlanin er gjørd við støði í eini meting av, hvør tørvurin er fyri bakkaverjur framman fyri fornminnini í Kirkjubø.
Hetta sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í svari til fyrispurning frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni í Javnaðarflokkinum. Heðin Mortensen hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um bakkaverju, nú søgurík kirkja, múrur og onnur fornminni í Kirkjubø eru um at farast av brimi.
Í svarinum verður sagt, at øtlanin fevnir um ein nýggjan breiðari verjumúr framman fyri Ólavskirkjuna, - at tryggja vegin niðan fyri Kirkjubømúrin við størri verjugróti, og at leggja verjugrót fram við bakkanum út til Líkhús, sum liggur sunnan fyri Múrin, og umvæla verjumúrin har. Í alt er talan um 250 metrar av bakkaverju.
Upprunaliga var ætlanin at leggja bylgjubrótarar út fyri, men eftir at hava kannað dýpið og alduviðurskiftini á staðnum nærri, mælir Landsverk frá at leggja bylgjubrótarar úti í víkini. Orsøkin er, at aldan verður brotin so langt úti í víkini, at orkan er farin úr henni, áðrenn hon kemur inn ímóti. Landsverk heldur tí ikki, at nyttan av bylgjubrótarum á staðnum er tann stóra, og nyttan av bylgjubrótarum stendur heldur ikki mát við kostnaðin.
Í summar verður verjan undir Líkhúsi umvæld og styrkt. Ætlanin er at høvuðsumvæla verjugarðin og styrkja undirstøðið við at stoypa ein kant niðast við. Um játtanin røkkur, verður farið víðari við múrverkinum niðan fyri Ólavskirkjuna.
Samlaði kostnaðurin av bakkaverjuni í Kirkjubø er mettur til 2,5 mió. kr. Játtanin til bakkaverjur er 1 mió. kr. í ár, og arbeiðið kemur tí eftir ætlan at taka 2 ár afturat. Ætlanin er lýst í uppriti til landsstýrismannin, dagfest 11. desember 2019.
Landsverk hevur upplýst, at til verjugrót kann bert grót av høgari góðsku brúkast. Grót sum kemur úr tunlum er óegnað sum verjugrót, av tí at tað verður sera hart skotið og tí verður ov veikt.
Mongdin av gróti, sum skal til verjuna niðan fyri Ólavskirkjuna, er umleið 1600 m3. Mongdin er sera lítil í mun til mongdina sum kemur úr tunlinum á Gomlurætt. Tað er tí eingin loysn at sleppa av við tunnilsgrótið úr Sandoyartunlinum í Kirkjubø. Tó skal ein partur av bakkaverjuni verða kjarnugrót innast, og til tað kann tunnilsgrót brúkast. Tað verða umleið 500 m3.
– Arbeiðið við umvælingini av múrverkinum undir Líkhúsi verður sett í gongd í juni. Seinni í summar verður farið undir at gera verjugarðin niðanfyri Ólavskirkjuna. Roknað verður við, at arbeiðið við bakkaverjuni í Kirkjubø fer at taka 2 ár afturat, sigur Jenis av Rana í svarinum til Heðin Mortensen.