Ætlandi fara kongshjúnini at vitja víða um

- Enn er endaliga skráin fyri vitjanina ikki løgd, men miðjað verður eftir, at tey fýra skulu koma so víða um landið, sum stundir og møguleikar nú einaferð verða til, sigur Dan Knudsen, sum starvast á Ríkisumboðnum

Kongalig vitjan

Enn er endaliga skráin yvir kongaligu vitjanina í Føroyum, 20.-23. juni, ikki løgd.
Tað er Ríkisumboðið, sum saman við danska kongshúsinum og landsstýrinum leggur skránna.
Á Ríkisumboðnum upplýsir Dan Knudsen, at tey framvegis arbeiða við skránni, men at hetta arbeiði ikki er liðugt enn.
Spurdur um nøkur ávís støð á vitjanini eru fastløgd, sigur hann, at arbeitt verður við ymiskum møguleikum, men fyrr enn skráin endaliga er komin upp á pláss, kunnu tey ikki siga nakað ítøkiligt um skránna.

Vitja um landið

- Vit kunnu tó siga so mikið, at miðjað verður eftir, at tey fýra, Margretha drotning, Hendrikkur prinsur, Fríðrikkur krúnprisur og Mary prinsessa, koma so víða um landið, sum stundir og møguleikar nú einaferð verða til.
Dan Knudsen sigur, at kongaskipið kemur higar til lands, meðan tey kongaligu vitja, men hann væntar, at Margretha, Hendrikkur, Fríðrikkur og Mary koma og fara avstað aftur við flogfari.
- Tað tekur langa tíð at sigla upp til Føroya og niður aftur til Danmarkar, og tí er ikki hugsandi, at tey kongaligu hava stundir at ferðast sjóvegis, sigur hann.
Kongaliga vitjanin í Føroyum verður sum nevnt í døgunum, 20.-23. juni.