Ætlar at finna sjóorm

Fýra ferðir hevur sviin Jan-Ove Sundberg roynt at fanga ein stóran sjóorm, sum sigst halda til í Selfjord-vatninum í Telemark í Noregi. Nú ætlar hann at royna aftur.

Tað var í 1998, at menn komu fram á okkurt, sum bendi á, at ein stórur sjóormur er í Selfjord-vatninum. Jan-Ove Sundberg leitaði fyrstu ferð eftir orminum í 1999, og hann vil vera við, at hann sá okkurt, sum bendi á, at ormurin var har. Nú hevur hann fingið hjálp frá einum amerikanara, og teir báðir hava eisini útvegað sær serliga útgerð til leitingina.

Jan-Ove Sundberg hevur eisini ljóðupptøkur úr vatninum. Havrannsóknarstovnurin í Bergen bað fimtan altjóða granskarar kanna upptøkurnar, og teir komu til ta niðurstøðu, at ljóðið á upptøkunum er av lívfrøðiligum uppruna, skrivar Dagsavisen. Meiri vildu teir ikki siga.Sjálvur heldur Jan-Ove Sundberg, at sjóormurin í Selfjord-vatninum er góðar tíggju metrar langur.