Jóannes Hansen er nýggjur rektari á Føroya Læraraskúla. Hann tekur við starvinum 17. juli. Tað varð boðað frá í tíðindaskrivi fyrrapartin. Átta umsóknir vóru til starvið, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevur sett Jóannes í.
Undanfarni rektarin, Pauli Nielsen, sat í starvinum í 17 ár. Nýggi rektarin, sum er 50 ára gamal, sigur seg ikki ætla at sita í hesum starvinum, inntil hann fer at røkka pensiónsaldri.
- Eg eri settur í starvið í fimm ár. Vit eiga bara dagin í dag, og hvussu viðurskiftini og umstøðurnar fara at verða um fimm ár, valdast um so nógv. Um tað gongur, sum myndugleikarnir ætla, so verður rektarastarvið á Læraraskúlanum burtur um fimm ár. Tað vil siga, at um tað fer at ganga væl, so verður starvið burtur, og at tað fer ikki at ganga heilt so væl, um starvið framvegis verður til um fimm ár. Men tað valdast eisini, um politiski viljin fer at verða útinntur í samsvari við tað, sum tað hevur verið boðað frá, og sum starvslýsingin eisini legði upp til, sigur Jóannes Hansen.
Ætlanin
Tað verður arbeitt við at broyta lærara- og pedagogútbúgvingarnar til at verða útbúgvingar á batchelor støði. Politisk avgerð er tikin um at leggja hægri útbúgvingarnar saman, soleiðis at lærustovnarnir Fróðskaparsetrið, Sjúkrarøktarfrøðisskúlin, og Læraraskúlin verða lagdir saman í ein lærdan háskúla.
Tað er í hesum sambandi, at Jóannes Hansen sipar til, at starvið, sum hann nú er settur í, verður burtur um fimm ár um tað fer at ganga væl. Í politiska orðaskiftinum hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, eitt nú í svari upp á fyrispurningar í tinginum sagt, at ætlanin er, at Læraraskúlin skal vera partur av Fróðskaparsetrinum. Tað merkir, at rektarin á Fróðskaparsetrinum verður rektari á Læraraskúlanum, og at dagliga leiðslan fyri skúlan verður hjá deildarleiðara á Setrinum.
- Eg havi millum annað søkt starvið, tí eg taki undir við ætlanunum um at broyta útbúgvingarnar til meiri universitetskendar útbúgvingar. Eg síggi nógvar fyrimunir í nýggja bygnaðinum bæði fyri Læraraskúlan, sum nú er, og fyri Fróðskaparsetrið. Tá hugsi eg bæði um tey lesandi og um starvsfólkini, sigur Jóannes Hansen.
Avbjóðingin
Á Læraraskúlanum eru umleið 40 fólk í starvi. Av teimum eru 25 lærarar. Talið á teimum, sum í løtuni lesa til lærara og pedagog, liggur um 200.
Stovnurin hevur fylt nógv í almenna kjakinum fleiri tey seinastu árini. Eitt nú hava politikarar og lesandi fleiri ferðir funnist at skúlanum. Fleiri ferðir hevur verið neyðugt hjá politikarunum at veita eykajáttanir.
Nýggi rektarin á Læraraskúlanum sigur seg ikki rokna við, at sovorðið skoðsmál eisini fer at verða givið skúlanum í framtíðini:
- Arbeiðsplássið hjá teimum lesandi og starvsfólkunum síggi eg at vera eitt tað týdningarmiklasta í landinum. Hvørjir karmarnir eru og hvat fæst av skafti kemur okkum øllum við. Hetta er samfelagsberandi stovnur, sum hevur stóran týdning fyri okkara mest dýrabara tilfeingi, sum eru børnini, ið vit vita skulu mynda framtíðina, sigur Jóannes Hansen, og hann heldur fram:
- Myndugleikarnir hava nú víst mær tað álit at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum og at vera við til at leggja nýggju útbúgvingarnar til rættis. Uppgávurnar eru stórar og nógvar, og hvussu úrslitið verður valdast nógv um, hvussu stevið er. Sjálvandi vilja tey lesandi og starvsfólkini hava, at teirra arbeiðspláss og tað av góðum grundum verður umrøtt við virðing og ikki sæð niður á. Eg fari undir uppgávuna í eyðmýkt og við opnum sinni og góðum treysti. Hon er í góðum umhvørvi at liva upp til galdandi ásetingar og at seta út í kortið fyri framtíðina. Hetta verður avbjóðingin hjá okkum øllum eisini hjá sentralu myndugleikunum sum játta pengar - og um tað eydnast okkum at finna áralagið, so verður úrslitið gott. Tá ið lagið og úrslitið eru góð á Læraraskúlanum, so merkist tað beinanvegin, tí samfelagið er so lítið og stovnurin so týdningarmikil. Ikki minst eftir at Pisa tosið av álvara er kyknað, rokni eg við, at tilvitanin um hetta er stór.
Persónurin
Jóannes Hansen er ættaður úr Klaksvík, og hann býr á Toftum. Í 1976 fór hann undir læraralestur á Føroya Læraraskúla. Eftir tvey ár skifti hann til Statsseminariet på Emdrupborg í Keypmannahavn, har hann leyk prógv í 1980.
1980-84 var hann lærari á Jakobskolen í Keypmannahavn. Í 1987 leyk hann cand. mag. prógv í geografi og samfelagsfrøði á Roskilde Universitetscenter, og síðani hevur hann verið lærari í studentaskúlanum á Kambsdali og á HF skeiðnum í Klaksvík. Hesum starvinum hevur hann nú søkt farloyvi frá.
- Eg havi lært nógv ungfólk at kenna, og umhvørvið á skúlunum hevur verið stimbrandi. Mær hevur dámað ógvuliga væl at undirvísa ungdómunum. Eg havi ongantíð hugsað um at skifta starv, fyrrenn lýsingin um starvið, sum eg nú eri settur í, var at síggja. Starvið, Læraraskúlin, útbúgvingarnar og framtíðarætlanirnar kenni eg at liggja tætt at tí, sum eg higartil havi fingist við og verið uppií, sigur Jóannes Hansen.
Síðani síðst í áttati árunum hevur Jóannes Hansen skrivað nógv í Sosialinum. Tað kann vera, at hann eisini í framtíðini fer at varða av onkrari grein, men hann sigur, at tað avgjørt ikki verður í sama mun, sum tað hevur verið tað seinastu mongu árini.