Helgi Abrahamsen
Ein ið nevnir seg við dulnevninum Ein føroyingur, sum skammast skrivar í Dimmalætting 27. desember, at hann hevur lisið eina blaðgrein, har eg skal hava sagt, at útlendingalógin er góð, tí hon er donsk. Víðari sigur hann, at sambandsmenn vilja ikki, at lógin verður føroysk, tí tað er ikki teirra politikkur, at vit skulu hava nakað at siga í okkara egna landi.
Eg ætli mær ikki í blaðkjak við dulnevndar persónar, men eg haldi, at hesin føroyingurin sum sigur seg skammast, átti at skammast uppaftur meira, eftir at hava skrivað hasa greinina.
Føroysk ella donsk lóg
Eg havi ikki sagt, at allar lógir eru góðar, bara tær eru danskar. Tað hevði verið tápuligt av mær at pástaðið nakað tílíkt. Hinvegin, so er tað líka tápuligt at pástanda, at allir trupulleikar á útlendingaøkinum fara at rætta seg av sær sjálvum, um lógin verður føroysk. Spurningurin er ikki um lógarteksturin er skrivaður á føroyskum ella á donskum, so einfalt er málið ikki.
Tað sum eg segði
Eg vísti á í umrøddu greinini, at donsku myndugleikarnir hava fyri langari tíð síðani boðað Innlendismálaráðnum frá, at teir eru til reiðar at broyta lógina, um ynski kemur úr Føroyum um hetta, men mær vitandi, er framvegis einki ynski farið avstað úr Føroyum hesum viðvíkjandi. Eg vísti somuleiðis á, at trupulleikin kann ikki hava ligið í teirri donsku lógini, tí Jógvan við Keldu pástendur, at meðan hann sat í Tinganesi ruddaði hann upp í málinum, og tað ber ikki til at rudda í Tinganesi, um óruddið liggur í Keypmannahavn. Eisini vísti eg á andsøgnina í at siga, at trupulleikin er, at Innlendismálaráðið er undirmannað, og so ætlar man at loysa trupulleikan við at yvirtaka málsøkið (tað vil siga, at Innlendismálaráðið skal fáa uppaftur meira at gera).
Hetta var í stuttum tað, sum eg segði í greinini, og tað er óneyðugt hjá øðrum at leggja mær onnur orð í munnin.
Sjálvandi kunnu allar lógir broytast
Hesin føroyingurin sum skammast skrivar, at danska lógin er góð fyri danir, men at hon hóskar ikki til okkara viðurskifti, og so sigur hann: so tað mátti borið til at broytt hana, so hon kundi verið nýtt her eisini. Her eri eg púra samdur! Hetta var júst tað, sum eg royndi at vísa á í greinini, og tað er gleðiligt at síggja, at í hvussu so er onkur hevur skilt boðskapin. Sjálvandi kann lógin broytast, eisini uttan at málsøkið verður yvirtikið.
Nakrir spurningar
Eg fari til seinast at spyrja føroyingin sum skammast, hvat hann byggir pástandin á, tá hann sigur, at tað er Sambandsfloksins politikkur, at vit skulu einki hava at siga í okkara egna landi? Hevur hann ongantíð hoyrt um Heimastýrislógina? Veit hann ikki, at henda lógin, sum Sambandsflokkurin av fullum huga tekur undir við, gevur føroyingum víðar heimildir at stýra landinum? Veit hann ikki, at vit hava eitt løgting og eitt landsstýri í Føroyum, hvørs heimildir eru grundaðar á hesa lógina? Hevur hann ikki hoyrt um Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins, sum er grundarlagið undir nýggju yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini?
Hví verða slíkir leysir pástandir í heilum slongdir út til almenningin, meðan tey sum koma við teimum krógva seg aftanfyri dulnevnd lesarabrøv? Hví ikki heldur vísa seg sum ein mann, og standa við síni orð?