Um 12 ár, altso í 2032, skal eingin útlendingur longur eiga í føroysku fiskivinnuni. Tað er samgongan samd um, nú nýggja fiskivinnulógin verður samtykt seinni í dag.
Annars hevur ætlanin verið, at teir útlendingar, sum longu eiga í fiskivinnuni, skuli fáa rætt til at verða verandi, Sum er kunnu útlendingar eiga 33 prosent í feløgum, sum hava fiskirættindi undir Føroyum, men í framtíðini skuldi útlendingar kunna eiga 25 prosent.
Men nettupp tað, at útlendingar skulu sleppa eiga í føroysku fiskivinnuni, hevur elvt til mikla mótstøðu og nú er samgongan so samd um at útlendingar skulu slúsast burtur úr føroysku fiskvinnuni, í veiðiliðnum. Og tað merkir, at útlendingar skulu ikki hava ognarrætt til fiskirættindi í Føroyum.
Og samgongan heldur, at tað er neyðugt at útlendingar fáa eitt hampiligt skotbrá at taka seg úr føroysku fiskivinnuni og tí hava teir fingið eina tíðarfreist upp á 12 ár.
Andstøðan í Løgtinginum hevur verið rættiliga atfinningarsom ímóti at útlendingar skuldu sleppa hava ognarrætt til føroyska fiskatilfeingi.
Og hendan nýggja semjan í samgonguni hevur ikki kyrt andstøðuna. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sigur, at eftir nýggu semjuni í samgonguni kunnu enn fleiri útlendingar keypa seg inn í føroysku fiskivinnuna hesi næstu árini.
Tað merkir, at framyvir kunnu útlendingar eiga 25 prosent í føroyskum fiskiskipum, sum hava veiðirættindi undir Føroyum.
Høgni Hoydal spyr um samgongan heldur, at fólk eru idiotar, tí eingin skuldi billa honum inn, at hetta ikki fer at verða broytt aftur.
– Endamálið við hesum er eina og aleina at geva teimum, sum hava fíggja valstríðið hjá Fólkaflokkinum, fólksins ogn, og tað er størsta rán í Føroya søgu, sigur Høgni Hoydal.
Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, kallar hetta ljótastu jólagávu, Føroya fólk nakrantíð hevur fingið.