Útlendingarnir farnir av Norrönu

Fiskimannafelagið er nøgt við útfallið av málinum um polska arbeiðsmegi umborð á Norrönu, nú allir útlendingar uttanfyri Norðurlond eru farnir av skipinum

? Trupulleikin við polakkunum er úti av verðini fyri okkara viðkomandi, sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, í viðmerking til gongdina í málinum um útlendska arbeiðsmegi umborð á Norrönu.
Fiskimannafelagið var ónøgt við, at Smyril Line hevði sagt nøkrum av teimum føroysku starvsfólkunum úr starvi, hóast felagið hevði givið manningini umborð á gomlu Norrönu tilsøgn um at fáa starv aftur á tí nýggju. Hetta lyftið varð sambært Fiskimannafelagnum brotið, tá føroyingarnir vórðu sagdir úr starvi, meðan polakkarnir hildu fram umborð.
Hevur Smyril Line bakkað fyri trýstinum frá Fiskimannafelagnum?
? Hetta skal ikki uppfatast sum trýst frá okkara síðu. Vit hava einki ímóti polakkum, men trupulleikin var, at okkara limir høvdu fimgið tilsøgn um at sleppa at halda fram umborð á nýggju Norrönu, men tá Smyril Line minkaði um talið av starvsfólkum, gekk tað út yvir tey, sum høvdu verið longst umborð, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Útgingið arbeiðsloyvi
Smyril Line sendi týsdagin eitt tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar, har sagt verður frá, at seytjan útlendingar úr londum uttanfyri Norðurlond eru farin av skipinum í Hanstholm leygardagin.
Orsøkin var, at tey ikki høvdu neyðugu arbeiðsloyvini til at halda fram. Sambært Smyril Line gingu arbeiðsloyvini út tann 1. november, og tí fóru tey av skipinum.
Á Fútaskrivstovuni verður váttað, at Smyril Line hevur vent sær til myndugleikarnar fyri at kunna seg um reglurnar, sum eru galdandi fyri útlendska arbeiðsmegi. Hetta hevur so ført til, at Smyril Line hevur sent seytjan útlendingar í land.

Hildið lyftið
Smyril Line sigur í tíðindaskrivinum, at felagið hevur hildið øll givin lyfti yvirfyri Fiskimannafelagnum.
? Smyril Line gav á fleiri fundum í fjør Fiskimannafelagnum lyfti um, at øll umborð á Norrönu ? bæði føroyingar og útlendingar ? skuldu fáa í boði at flyta yvir á nýggju Norrönu ar arbeiða. Øll uttan eitt starvsfólk tóku av hesum tilboðnum og vórðu sostatt flutt yvir á nýggja skipið. Tey fingu ein eitt ára starvssáttmála, sum kortini hevði eina uppsagnartíð uppá fjúrtan dagar, og hesa uppsagnartíðina brúkti Smyril Line, tá fólk vóðu søgd úr starvi í síðstu viku, stendur í tíðindaskrivinum. Smyril Line heldur sostatt fast um, at felagið ikki hevur brotið nøkur lyfti.
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, vísir á, at tá manningin skal skerjast, má tað til eina og hvørja tíð vera Smyril Line, sum velur manningina eftir førleikakrøvum til starvið.
Fiskimannafelagið vísir tó á, at hóast Smyril Line formelt hevur hildið síni lyfti, so er hetta ikki hent reelt, tí tann eina dagin verður tilsøgnin hildin, men dagin eftir verða starvsfólkini uppsøgd.
Líkt er tó til at málið er liðugt á hesum sinni, og Fiskimannafelagið ætlar sær ikki at gera meira við málið, men Óli Jacobsen leggur dent á, at felagið fer at fylgja við í málinum.