Fiskimenn
Henrik Nielsen hevur siglt saman við eitt nú pólskum fiskimonnum í Føroyum, og hann hevur eisini havt við hesar menn at gera í landi. Hann hevur vitjað teir, har teir búgva í hugnaligum húsum, sum reiðarin hevur útvegað teimum.
- Eg kann bera reiðaranum, Haldan Haldansen í Vestmanna, sum eg eisini sjálvur sigli hjá, alt gott. Hann hevur gjørt nógv fyri, at hesir menn skulu trívast umborð á skipunum – og ikki minni í landi, har teir búgva í góðum húsum Havn.
Henrik siglir við línuskipinum Vesturhavinum Blíða, og har hevur hann eisini verið saman við pólskum fiskimonnum, sum eru komnir til Føroya um P/F Crew at hjálpa reiðaríum at manna línuskipini, nú tað í langar tíðir hevur verið trupult at fingið nógmikið av fólki.
- Men, sum eg havi skilt og partvís eigi prógv um, er tað nógv, sum haltar í almennu skipanini hjá hesum monnum, sum vit hava fingið heim higar at hjálpa okkum.
Eingin trygd
Henrik sigur, at hann situr við eini avrokning hjá einum pólskum fiskimanni, sum hevur fingið 4.000 krónur í 40 dagar.
- Sum eg havi skilt, er hetta ikki tað, sum honum varð lovað, tá hann kom til Føroya. Fiskimaðurin segði, at hann hevði eina avtalu við Sp/f Crew um, at hann skuldi fáa 3.000 evrur um mánaðin. Hetta svarar til umleið minstulønina hjá einum føroyskum fiskimanni.
Á heimasíðuni hjá crew.fo stendur, at hetta er eitt felag við føroyskum eigarum, sum hevur drúgvar royndir úr sjólívinum, norðurlendsku frálandavinnuni og innan fiskiskap.
- Vit meta okkum at vera tey røttu til at finna rætta starvsfólkið – um tað er ein skipsførari, mekanikari ella okkurt heilt annað, sigur felagið.
Henrik vísir á, at hann hevur ikki kannað øll viðurskifti út í æsir, sum útlendsku fiskimenninir umborð á føroyskum skipum sigla eftir, men hann ásannar, at okkurt er, sum haltar álvarsliga í skipanini.
- Eg ivist onga løtu í, at flestu reiðarar gera sítt besta fyri at fáa hesar menn at trívast. Hetta havi eg sum nevnt eisini sæð sjálvur, tá eg havi vitjað teir, sum eg eri komin at kenna.
Skipanin haltar
Hann heldur, at tað er almenna skipanin í Føroyum sum haltar og ger tað trupult hjá útlendskum fiskimonnum at fáa sømilig kor í landinum.
- Eg haldi, at tað líkist ongum, sum útlendskir fiskimenn verða viðfarnir av almennu Føroyum. Teir fáa ikki minstuløn, sigla ikki undir føroysku sjómansskattaskipanini, og eg veit um dømir, har teir hava havt trupulleikar við p-talinum, soleiðis at teir ikki fáa fatur á sínum pengum við úttøkukorti, sum aðrir borgarar í Føroyum. Eg havi skilt, at teir fáa eitt fyribils p-tal, sum eitt nú bankarnir ikki vilja góðtaka, og tískil kunnu teir ikki fáa eitt vanligt úttøkukort.
Henrik vísir á, at allir føroyskir fiskimenn eru tryggjaðir minstuløn, um veiðan ikki eydnast, og somuleiðis eru teir undir sjómansskattaskipanini.
- Hinvegin fáa útlendsku fiskimenninir hvørki minstuløn, ei heldur tann lætta, sum eru í skattaskipanini hjá okkara sjófólki. Hetta merkir, at teir – umframt at fáa lítið burtur úr, tá fiskiveiðan svíkur – eisini verða hart skattaðir, soleiðis at lítið er eftir.
Hann sigur, at onkur av monnunum, sum umborð á føroyskum línuskipi gjørdi góðan túr í Íslandi, varð brandskattaður, soleiðis at lítið var eftir av avrokningini, tá alt kom til stykkis.
- Eg haldi, at føroyska samfelagið átti at virt hesar menn og givið teimum somu sømdir, sum vit geva okkara egna sjófólki. Hesir eiga ikki at verða øðrvísi viðfarnir í okkara skipanum enn okkara egnu borgarar, heldur hann.
Vánaligt lógarsmíð
Henrik heldur, at ein orsøkin til vánaligu umstøðurnar hjá eitt nú pólskum fiskimonnum í Føroyum er, at lógin um at taka fólk í triðjalondum til Føroya, varð skundað ígjøgnum á løgtingi.
- Eg vænti, at lógarsmíðið hevur verið ov vánaligt, og at hesir menn soleiðis hava alt ov trupult við at fáa lut í teimum ágóðum og sømdum, sum føroyska samfelagið veitir okkara egna sjófólki og borgarum annars.
Hann sigur, at tá túrur gevur minstuløn, og einki er at avrokna til manningina, er neyðugt, at hesir menn, sum komnir eru higar at arbeiða, hava onkra trygd sum heldur, tá brúk er fyri henni.
- Eg dugi soleiðis slett ikki at síggja, at tað er hjá reiðaríunum, at trupulleikin liggur, men í skipanunum hjá almennu Føroyum – og kanska hjá felagnum, sum hevur fingið hesar menn higar til lands. Men, sum eg nevndi í áðni, kenni eg ikki nóg væl til avtalurnar millum útlendsku fiskimenninar og Sp/f Crew, sigur hann.
Henrik vísir á, at pólsku fiskimenninir, sum hann hevur verið saman við, eru dugnaligir og arbeiðssamir, og hann heldur, at hesir hava havt stóran týdning fyri okkara línuveiði, nú tað hevur gingið so striltið hjá fleiri línuskipum at fáa nógmikið av fólki. Fleiri tosa væl enskt, aðrir tosa minni væl, men hetta eru dámligir menn.
Ikki til mat
- Eg havi møtt pólskum fiskimanni, sum ikki átti til mat, tá teir komu heim av skipi, tí viðkomandi ikki fekk fatur á sínum peningi í bankanum. At síggja til detta hesir menn, sum vit hava fingið heim higar at arbeiða, niður ímillum meskarnar í skipanini, og tað haldi eg ikki, at vit sum framkomin tjóð kunnu tilláta okkum, sigur Henrik Nielsen.