Fyri fyrstu ferð í søguni eru tríggir føroyingar lidnir sum journalistar í senn. Í dag fáa teir handað prógv, Uni Arge, Magnus Dam og Kári Mikkelsen.
Saman hava teir tríggir gjørt eina høvuðsuppgávu um arvagranskingina, sum so nógv kjak og stríð stóðst av seinasta heyst. Høvuðsuppgávan, ið er ein sjónvarpssending, verður at síggja í Sjónvarpi Føroya komandi sunnukvøld, hon er hálvan tíma long og hevur fingið heitið "Stríðið um tjóðararvin".
- Sendingin fer aftur um tað ógvusliga kjakið, ið stóðst av, at landsstýrið søkti um eykajáttan til fyrireiking til arvagransking. Kjakið var kensluborið og til tíðir ósakligt um etikk, har pástandirnir fuku í luftini. Vit hava so roynt at kanna, hvør ætlanin hjá landsstýrinum í veruleikanum var, og hvørjir etiskir trupulleikar stinga seg upp, tá ið farið verður undir slíka gransking. Vit hava eisini verið í Íslandi og kannað, hvør fyritøkan DeCode í grundini er og um teir framvegis bjóða seg fram at hjálpa føroyingum í holt við arvagransking. Í sendingini greiða vit frá, at arvagransking í ein vissan mun fer fram í Føroyum í dag, og at útlendskir granskarar stríðast um tey føroysku genini, sigur Uni Arge.
Um sendingin kemur fram til eina niðurstøðu, sigur Uni Arge:
- Vit royna at lýsa málið so væl sum tað yvirhøvur ber til og so mugu fólk sjálv taka støðu til, hvat tey halda um arvagransking og aktørarnar, sum eru á vøllinum. Kjakið, sum var seinasta heyst, bar brá av, at føroyingar eru bangnir fyri tí ókenda. Hinvegin er tað ikki so løgið, at fólk ógvast við, tá ið tað ljóðar sum um, at allur føroyski arvamassin skal leggjast undir lupp og seljast av landinum. Tað eru eymar upplýsingar, men veruleikin er kortini ikki soleiðis.
Fylgja málinum
Teir tríggir hava gjørt alla sendingina sjálvir, gjørt kanningararbeiðið, tikið upp og redigerað.
- Tað er fyrstu ferð eg havi roynt tað og tað er kravið sum er til høvuðsuppgávuna. Hinvegin hava vit ikki lagt so stóran dent á tað tekniska og at brúka sjónvarpsmiðilin sum á innihaldið. Tað sæst, at tað eru tríggir journalistar og ikki tríggir myndajournalistar, sum hava gjørt sendingina. Vit hava verið varnir í at eksperimentera, sigur Uni Arge.
Magnus Dam fer nú í starv í Útvarpi Føroya, Kári Mikkelsen verður verandi í Danmark og Uni Arge hevur ikki gjørt av endaliga, hvat hann nú fer at gera.
- Í fyrsta umfari fari eg at gera nøkur innsløg til Sjónvarpið, har eg fylgi málinum um arvagranskingina. Annars skal eg eftir ætlan til Íslands í summar at spæla fótbólt, sigur Uni Arge.