Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum.
Runavíkar Kommuna og Sands Kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur, og hesar báðar kommunurnar vóru tær síðstu í Føroyum, sum høvdu lán í felagnum.
Upprunaliga skyldaði Sands Kommuna 17,3 mió. kr. og Runavíkar Kommuna 5 mió. kr. Tað var Oyndarfjarðar Kommuna, ið upprunaliga stóð fyri láninum á 5 mió. kr., men 1. januar 2005 bleiv kommunan partur av Runavíkar Kommunu, sum nú hevur afturgoldið lánið.
Fyrsta lánið, sum KommuneKredit gav føroyskari kommunu, var í 1911. Og nú meira enn 100 ár seinni eru øll føroysku kommunulánini í felagnum afturgoldin.
At allar føroyskar kommunur nú eru loystar úr samábyrgdini í KommuneKredit er ikki bara gott fyri kommunurnar, landskassin er nú eisini loystur frá veðhaldi fyri lánini.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur, at teirra kommuna hevur rindað eina millión inn á hetta lánið um árið, so hetta fer at loysa upp fyri at brúka peningin aðrastaðni.
Hoyr samrøðu við Brand Sandoy við at trýsta á pílin undir myndini.