Útlendskur áhugi kann gera tað truplari hjá føroyskum húsakeyparum

Borgarstjórin í Sunda kommunu stúrir fyri inflasjón

Í løtuni standa nógv hús tóm í smærru bygdunum í Sunda kommunu, sum avbygdafólk eiga. Hóast útlendingar ikki eiga nógv hús í kommununi í núverandi løtu, so er áhugin frá útlendskum keyparum vaksandi, hava húsameklarafyritøkurnar staðfest. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, stúrir fyri, at ein økt kapping um húsini kann elva til inflasjón. 

 

- Tey allar flestu av húsunum, sum standa tóm, eru ikki til sølu. Fólkini, sum eiga tey, brúka tey sum summarhús ella hús at koma í um vikuskiftini. Um eitt hús stendur tómt, ger tað ongan mun, um tað er ein føroyingur ella útlendingur, sum eigur tað. Men um útlendski áhugin økist, so má mann vera til reiðar til, at útlendingar møguleika fara at keypa húsini, tá húsaeigarar seta tey til sølu. Tað ger jú, at tey, sum selja, kunnu fáa ein hægri prís fyri húsini, og tá verður tað ivaleyst verri hjá føroyingum at fáa hús, um tað kemur inflasjón í, sigur Heðin Zachariassen. 

 

Í løtuni eru ongar treytir til útlendingar, sum keypa hús í Føroyum. Heðin Zachariassen heldur, at tað eiga at vera greiðar mannagongdir fyri, hvat er galdandi, tá mann keypir sær hús í Føroyum.