Tobbi fer at siga sína hjartans meining

? Eg meti tað ikki vera nakran trupulleika, at ein politikari brølar eitt sindur við hvørt, sigur Torbjørn Jacobsen, sum ætlar sær annan av føroysku fólkatingssessunum

 

Hann kann tosa hart. Skiparin á Glyvrum. Við ballinum í munnklovanum og eini harðari rødd er hann kendur fyri at siga sína hugsan.

Og tað ætlar hann sær eisini at gera, um hann sleppur í Fólkatingið.

? Eg meti tað ikki vera nakran trupulleika, at ein politikari brølar eitt sindur við hvørt. Eingin politikari missir virðing av at siga sína hugsan og standa við síni sjónarmið, sigur Torbjørn Jacobsen.

? Eg ætli mær at tosa beint út frá mínum hjarta og mínum høvdi. Eg ælti mær ikki at smæðast burtur, og eg eg ætli mær at greiða dønum frá, at ynski hjá okkum er ein føroysk republikk.


Tobbi á danating

Fyrrverandi landsstýrismaðurin er eitt gott boð upp á ein fólkatingsmann.

Veljarakanningin hjá Útvarpinum gevur Tjóðveldisflokkinum eitt umboð í Fólkatinginum, og roknað verður við, at formaðurin í flokkinum, Høgni Hoydal, verður toppskorari á listanum.

Løgmaður sigur við Sosialin í dag, at Høgni Hoydal sleppur ikki í Fólkatingið, so leingi hann er landsstýrismaður, og tí kann tað lættliga koma upp á tal, at næsti maðurin á Tjóðveldislistanum endar á danatingi.

Og næsti maðurin á listanum kann gerast Tobbi.

? Tað er ilt at meta um, hvussu nógvar atkvøður fólkini á okkara lista fara at fáa, og tað kann lættliga fara at vera ein kvinna, sum verður nummar tvey. Men eg stíli eftir einum fólkatingssessi, sigur hann.


Ein røða og 400 krossar

Tá fólkatingsval var við fýra árum síðani, kom Torbjørn Jacobsen sum óroyndur politikari úr ísinum í Grønlandi og á listan hjá Tjóðveldinum. Hann fekk fleiri enn 400 atkvøður og endaði sum nummar trý á tjóðveldislistanum tað árið.

Síðani hevur Tobbi verið í miðdeplinum ferð eftir ferð í politiska heiminum, og hann hevur hildið nógvar røður kring landið.

Fyri sløkum fýra árum síðani helt hann eina valrøðu og fekk fleiri enn 400 krossar. Møguleikin er fyri góðum vali, men spurningurin er, hvat veljarin heldur um politiska atburðin hjá Tobba.

? Tá tú hevur greiðar meiningar og sigur tað beint sum tað er, so gerst ofta heitt í báðum borðum ? bæði millum tey, um eru ímóti tínum sjónarmiðum, og millum tey, sum taka undir við tær, sigur hann.

? Men fólk eiga at vita, hvat eg standi fyri, og hvør hugsjónin hjá mær er.

Hann vil ikki meta um, hvussu nógvar atkvøður hann kann fáa á valinum í næstu viku, men málið er at fáa eins nógvar sum seinast ella meira.


Ger sær ikki fyri skommum

Torbjørn Jacobsen kann vera framfýsin og bersøgin í talu og verki. Hetta skapti honum stundum trupulleikar, tá hann var landsstýrismaður, og endin var eisini, at hann fór frá.

? Umhvørvið umborð á skipi er nógv harðari, enn tað er í politiska heiminum, men eg dugi onga orsøk at síggja til, at allir politikarar skulu tosa hvønn annan eftir munninum, sigur Torbjørn Jacobsen.

? Tað er stórur vandi í, at allir flokkarnir fara at líkjast, og eingin tekur tey hugsjónarligu slagsmálini. Í 80?unum var eingin munur millum flokkarnar, alt var eins, og tað endaði eisini galið.

? Politisku flokkarnir gera skeivt í at sterilisera valevnini, so eingin sigur nakað, sum kann stoyta nakran. Politikarar skulu hava meiningar og dríva samfelagið fram hugsjónarliga, heldur Tobbi.

Tá hugsað verður um tína tíð sum landsstýrismaður og tingmaður, skulu føroyingar so tora at senda teg á Fólkating?

? Fáur føroyingur mann hava vitjað so nógv lond sum eg, og eg veit meg ikki um nakrantíð at hava gjørt Føroyar fyri skommum. Tað fari eg heldur ikki at gera í Fólkatinginum, skuldi tað komið upp á tal.

Tað hevur verið nevnt, at danir fara at missa virðing fyri Føroyum, um tú verður valdur í Fólkatinigð. Hvat hevur tú at siga til tað?

? Eg rokni ikki við, at danir fara at missa virðing fyri føroyingum, tí ein føroyskur politikari stendur við síni sjónarmið púra opið, sigur Torbjørn Jacobsen.

Skiparin hevur brotið upp um armar, ballið er í munninum, og málið er Fólkatingið.