Væl av fólki var møtt, tá ársaðalfundur varð hildin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í gjárkvøldið.
Formaðurin seinasta árið, Hallur Ellingsgaard, greiddi frá gongdini í 2011. Frágreiðing hansara legði upp til drúgt kjak um ymisk politisk viðurskifti í føroyska samfelagnum. Lúsingurin, sum veljarin hevði givið flokkinum á tveimum valum, fólka- og løgtingsvalunum seinasta ár, fór ikki aftur við borðinum uttan djúptøknar og bersøgnar viðmerkingar. Allir smálutir vóru snaraðir. Serliga støðan í oynni var viðgjørd, nú flokkurin á fyrsta sinni síðani 1954 einki umboð eigur á Føroya løgtingi.
Meiningarnar vóru ymiskar um gongdina higartil, men semja var um, at leggja tað farna til viks og at seta út í kortið av nýggjum. Niðurstøðan var, at rættilig ferð má av nýggjum setast á tjóðskaparstríðið, at fiskivinnuskipanin má og skal broytast, nú Føroyar - eftir felagsins tykki - standa á eggini til eina vanlukku, um fiskivinnupolitikkurin hjá ABDH-samgonguni gerst veruleiki.
Á ársaðalfundinum varð Tórbjørn Jacobsen valdur til formann.
- Fundurin var samdur um, at stríðið fyri einum sjálvberandi búskapi skal herðast umvegis umbótanir á fleiri økjum. Serliga var semja um at steðga gongdini, har alt fleiri føroyskir strámenn eru í holt við at avreiða búskaparliga grundarlag tjóðarinnar - svimjandi tilfeingið - yvir á útlendskar hendur fyri egnan løtuvinning.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at fundarfólkið legði herðslu á, at tingmenn floksins sum skjótast skulu leggja uppskot fyri løgtingið, sum hevur til endamáls, at steðga øllum útlendskum ognarskapi í flótandi vinnugøgnum og veiði- og fiskiloyvum, sum onkursvegna viðvíkja tilfeinginum í heimasjógvi og sum brúka rættin í fremmandum sjógvi býttur og umbýttur í bilateralum og í strandalandaavtalum.
Nýggja nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag sær nú soleiðis út: Tórbjørn Jacobsen, Glyvrar, formaður og ritari, Anja Wenningstedt, Glyvrar, næstformaður, Herbert Olsen, Rituvík, peningarøkil, Olaf í Garði Joensen, Eiði, Laura Olsen, Rituvík, Petur í Túni, Toftir og Hallur Ellingsgaard, Oyndarfjørður.
Eykalimir eru Jónsvein Bjartason, Strendur og Jógvan Johannesen, Funningur.
Tórbjørn Jacobsen umboðar felagið í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins, og Anja Wenningstedt er varafólk hansara. Fríðfinnur Jónsson varð valdur grannskoðari, og varamaður hansara er Jógvan Næs.
Delegerað til floksting floksins, sum verður hildið í Fámjin í døgunum 16. og 17. mars í ár, eru: Jóanes Eliasen, Leirvík, Hans Tausen Olsen, Runavík, Andrass Samson Gregersen, Strendur og Dia Ellindson, Runavík. Varamaður er Olaf í Garði Joensen, Eiði.
Tórbjørn Jacobsen, ritari.