Tobbi sigur: skralltómir bussar / Eg sigi: skralltómi Tobbi!!

Nú kjakið enn einaferð hevur tikið seg upp um skálafjarðaleiðina, skuldi Tobbi eisini gera seg inn á bussarnar har á leiðini. Og tað ljóðaði, sum visti hann hvat hann tosaði um. Men tað skal eg pína uppá at hann ikki ger.

Navnið er Hugo, og havi eg til fyri stuttum, koyrt bygdaleiðir á Tobba?sa leið í knapt 2 ár. Mangan sá eg Tobba har, við ballini hangandi í øðrum munnklovanum, spaserandi í túni sínum, uttan at vita av, at hann har niðri gekk og ilnaðist um, at eg koyrdi, við hansara oðrum »við skralltómum bussi«.
So má eg spyrja, hvussu veit Tobbi um bussurin var tómur ella ei? Var hann har? Áh nei, tí so var bussurin jú ikki »skralltómur« meir. Hvat trupulleikar Tobbi hevur at dragast við, veit eg ikki, men um hann sjálvur heldur tað vera ov dýrt at brúka bussin á síni leið, so kann eg vissiliga spara honum nøðkur oyru har. Ein ferðaseðil frá Skipaneskrossinum, har ið eg havi sæð Tobba fleiri ferðir staðið og bíða eftir Leið 400 á veg á flogvøllin um morgunin, til flogvøllin kostar 110kr, men tað veit Tobbi væl. Tað eg ikki, fyrenn nú, kann læra Tobba, er at frá buss steðgi staðnum beint oman fyri húsinum hjá Tobba kostar ferðaseðilin eisini 110kr. Har kanst tú Tobbi spara eina rúgvu, í staðin fyri at koyra við bensin drivna Volvo bilinum inn á krossin, kundi tú tikið bussin. Tú sigur jú sjálvur at hann er Skralltómur, so plásstrot skuldi ikki verið naðkar vandi. Og eitt atrat. Tobbi situr á Fólkatingið og reisur tí tíðum til flogvøllin, keyp eitt 10-túrakort, tá sparir Tobbi aftur 20% av vanliga ferðaseðlaprísinum, so tað sum annars kostaði 1100kr fyri 10 túrar av Skipaneskrossinum til flogvøllin, kann Tobbi fáa av Glyvrum til Flogvøllin fyri undir 1000, nærri 900kr. Hatta kanst tú Tobbi ikki vita av, tí at eg tey bæði árini eg koyrdi har á leiðini ongantíð havi sæð teg í bussinum, og tað er ikki tí, at mínum eygum feila nakað sum helst, eiheldur tí at Tobbi ikki sæst, men tí Tobbi, líka lítið sum Anfinn Kallsberg, Eyðun Eltør, Karstin Hansen, Vilhelm Johannesen og Heini í Kunoy fyri at nevna nakrar, brúka bussin meira enn hægst neyðugt. Og tað er nokk ikki so galið at hava bussin at líta á allíkavæl, tí at hann er rættiliga nógv bíligari enn t.d. ein hýruvognur.
Sum eg segði við bilføraran, sum einaferð skræddi seg um bussføraranar í vikublaðnum á sinni, somuleiðis sigi eg við teg Tobbi, undurbygg tíni sjónarmið, áðrenn tú gloppar munnklovan, ella halt bara gák. Tá gert tú so einki galið.