Todi aftur í yvirskriftunum

Fótbóltur: Føroyingarnir í superliguni avgreiddu sínar setningar í vikuskiftinum á besta hátt: Jákup Mikkelsen helt málið hjá Herfølge reint, og Todi Jónsson skoraði bæði málini hjá FCK

Føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, gjørdi aftur sunnudagin tað, sum roknast kann við av einum málverja. Hann syrgdi fyri, at mótstøðumenninir einki mál fingu, og so var støðið lagt undir, at Herfølge skuldi fáa stig.

At teir heldur ikki hesa ferð vunnu, mugu álopsmenninir taka á sín kappa. Herfølge hevði á heimavøllinum meiri trýst enn AGF, og heimaliðið hevði onkrar upplagdar møguleikar, men teir fingu ikki mál.

Dysturin var ikki serliga væl spældur, og tað komst millum annað av, at vøllurin var einki at reypa av. Tað hevur verið óvanliga nógv regn í Danmark síðstu vikurnar, og tað sást aftur á grasvøllunum, sum bæði eru tungir og uppeltir.

Síðst tá AGF var í Herfølge endaði tað 1-1, og tann dysturin verður serliga mintur fyri, at Lars Windfeld í AGF málinum bjargaði brotssparksroynd frá Jákupi Mikkelsen. Hesa ferð var ætlanin, at Jákup Mikkelsen aftur skuldi skjóta, um Herfølge hevði fingið brotsspark. Tað fingu teir tíverri ikki. Høvdu teir fingið møguleikan úr ellivu metrum, so hevði Jákup skorað. Tað gav hann undan dystinum lyfti um í sjónvarpinum.

Herfølge hevur ikki vunnið síðani 20. september, tá teir á heimavølli vunnu 1-0 móti Silkeborg. Í seks teimum síðstu dystunum hava teir bara fingið trý stig, men tað verður ikki tosað um kreppu í felagnum. Venjarin og eisini Jákup Mikkelsen hava fleiri ferðir undirstrikað, at teir hava ikki styrki at vera millum toppliðini. Teir hava sagt, at eitt sætta pláss er ikki veruleikafjart at rokna við, og nú eru teir á sjeynda plássinum.

Jákup hevði ikki so ógvuliga nógv at gera sunnudagin, men eina ferð var um reppið, at tað kiksaði. Hann hálvbjargaði frísparksroynd, bólturin fór í stólpan, men tíbetur var Jákup fyrstur á honum aftur.


Todi endiliga undanvind

Tað hevur ikki gingið serliga væl við málskjótingini hjá metmanninum á føroyska landsliðnum, tá tað kemur til at skjóta mál. Todi Jónsson hevur fleiri ferðir verið nær við og næstan í superliguni og í Europa Cup, men undan vikuskiftinum var tað langt síðani, at hann hevði skorað. Á Østerbro stadion skoraði hann sunnudagin tvey mál. Síðsta ferðin undan hesari, at klaksvíkingurin kundi fegnast um at hava skorað, var 23. september, tá FCK vann í steypakappingini á útivølli móti Svendborg, sum er í 1. deild. Ta ferðina skoraði Todi eitt mál í 3-0 sigrinum hjá FCK, og síðani hevur so at siga verið málleyst hjá útisetanum.

Todi hevur havt ilt við at halda tørn um plássið millum teir fyrstu ellivu, men móti B93 spældi hann alla tíðina. Tveir av lyklaspælarunum hjá FCK, Peter Nielsen og Bjarne Goldbæk, vóru ikki við, og tað hevði við sær, at venjarin setti Thomas Thorninger á fremsta miðvallarplássið, meðan David Nielsen og Todi Jónsson vóru í álopinum. Thomas Thorninger varð skiftur út, tá 72 minuttir vóru farnir, meðan David Nielsen og Todi spældu alla tíðina.

FCK megnaði fyrr í heyst ikki meiri enn málleysan javnleik á Østerbro stadion, og hesa ferð var tað aftur málleyst heilt leingi. Størsta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Todi, og í donskum bløðum verður sagt, at tað var mirakuløst, at hann megnaði úr stuttari fjarstøðu at senda omanfyri málið. Sannleikin var eitt sindur Toda til fyrimunar. Bólturin snittaði ein mótstøðumann, áðrenn hann rakti í høgra beinið á Toda og fór omanfyri málið, uttan at álopsspælarin gjørdi nakað fyri tað.


Endiliga loysnaði

66 minuttir vóru farnir, tá tað endiliga eydnaðist hjá Toda. Eftir uppspæl í høgru og flatt innlegg var hann framvið við handara stólpan og skoraði flatt. Men B93 gavst ikki á hondum, og tá teir stutt eftir javnaðu, sá tað aftur út til, at teir fóru at taka stig frá FCK, og í donsku pressuni verður mett, at sum tað gekk, so hevði tað ikki verið meiri enn rímuligt, at botnliðið fekk okkurt burturúr.

Tað gjørdu teir ikki, tí Todi Jónsson skoraði eina ferð afturat. Álopsfelagin, David Nielsen, snaraði seg hegnisliga leysan mitt fyri málinum, málverjin hálvbjargaði, Todi var á røttum staði, sendi bóltin í netið, FCK hevði styrkt um sína støðu í toppinum, og Todi Jónsson er aftur við í kappingini um at gerast besti málskjúttin í felagnum. Síðst hann skoraði tvær ferðir var í fyrsta umfarinum í hesum kappingarárinum. 26. juli vann FCK 3-1 í Vejle, og Todi skoraði tvær ferðir.


Óvanligur áhugi

Í donskum fjølmiðlum verður í hesum døgum óvanligur áhugi sýndur FCK.

Fyrst vóru tað Europa Cup dystirnir móti Chelsea, og so kom keypið av Briani Laudrup uppí. Vit søgdu í blaðnum leygardagin, at tað er greitt, at Brian Laudrup ikki fer at spæla við FCK fyrrenn eftir vetrarsteðgin, men svertan var ikki turr á blaðnum, tá tíðindini spurdust, at Brian Laudrup kanska verður við í annaðkvøld, tá FCK skal spæla í donsku steypakappingini á útivølli í Gladsaxe móti AB.

Todi Jónsson og hinir spælararnir vita einki um hetta, men millum áskoðararnar er áhugin so ógvusligur, at tað verður tosað um, at tað møguliga verður útselt í Gladsaxe í annaðkvøld.


Tódnaði í toppinum

Annars nærkaðist FCK toppinum sunnudagin. AaB var og er oddalið, men teir taptu 4-2 á heimavølli móti Silkeborg og Sepp Piontek, sum fyri ikki so langari tíð síðani fekk sekkin í Aalborg.

AB var og er næstfremst, men tað gekk av skriðuni hjá teimum. Brøndby vann 4-0 í Gladsaxe, og tað vil siga, at AB hevur tapt tvær ferðir, síðani Christian Andersen fekk durafjórðingin. Mikukvøldið taptu teir 3-2 móti Lyngby.

Vejle vann 1-0 í Viborg, og Lyngby vann 4-2 á einum dýggjvátum Aarhus stadion móti Aarhus Fremad. AaB hevur 27 stig, AB 26, Brøndby 24, FCK 23, og Herfølge hevur 20 stig á sjeynda plássinum.