Superliga
Jákup Mørk
Donsku fjølmiðlarnir høvdu bert rós at bera Toda Jónsson, tá hesin sunnudagin var høvuðsmaðurin aftan fyri eina stigið, sum FCK fekk burtur úr vitjanini hjá Silkeborg.
»Todi Jónsson i sprudlende spillehumør«, »Et kanonspark«, »Færingen, Todi Jónsson, blev redningsamand«, »Todi?s one-man show gav et point« og »en besnærenda udlignings-perle«. Hetta vóru yvirskriftirnar, sum føroyski landsliðsleikarin kundi lesa, tá hann mánamorgunin fór til venjingar saman við liðfeløgunum.
Fjølmiðlarnir vóru á einum máli um, at Todi var besti maður á vøllinum, tá FCK, kanska heldur skuffandi, mátti taka til takkar við javnleiki móti Silkeborg.
Serliga var tað seinna málið, sum fekk vøkru orðini fram í yvirskriftunum. Eftir at Harald Brattbakk hevði longt eitt innkast til Toda, skallaði føroyingurin bóltin fram við verjuni, rann ígjøgnum, og við einum dundurskoti sendi hann bóltin upp um málverjan, áðrenn hann dúkkaði undir tvørtræið.
Fegin um skallaran
Sjálvur tóktist Todi tó ikki at leggja óvanliga nógv í hetta, tá vit sunnukvøldið skiftu orð við hann.
Heldur fegnaðist hann meira um fyrra málið hjá sær.
- Skallaran dámdi mær nógv betri. Í Føroyum var eg í øllum førum ikki kendir fyri at vera sterkur við høvdinum, so fyri meg var hetta málið nógv betri, helt hann fyri, eftir at vit høvdu spurt, hvat hann sjálvur helt um útjavnandi málið. - Harald skallaði bóltin til mín, og eg skallaði hann so inn um verjuna, áðrenn eg royndi at renna teir av, og so var bara at skjóta, helt hann um málið, sum sunnukvøldið varð kosið til dagsins mál á rásini, TV3, sum eisini hevði Toda á liðnum hesa vikuna.
Gongur hampuligt
Hetta er aðru ferð innan tríggjar vikur, at Todi er á vikunar liðið hjá rásini, men heldur ikki hetta tykist at hava lyft føroyska leikarin upp frá í ovfarakæti.
- Tað hevur gingið hampuliga væl seinastu tíðina. Kanska hongur tað eisini saman við, at vit hava skift spælistíl, soleiðis at fleiri langir bóltar verða sendir niðan til Pascal Simpson, sum so skal leggja teir víðari til okkum. Hinvegin, so viðførir hetta eisini, at eg til tíðir detti nógv úr spælinum.
Um framgongdina, sum liðið hevur havt í mun til undanfarna kappingarár, heldur Todi, at hetta hevur fleiri orsøkir.
- Tað eru fleiri faktorar, sum hava havt ávirkan á hetta. Venjarin hevur sjálvandi sítt at siga, men tað er eins nógv tað, at vit nú stríðast nógv meira fyri hvørjum øðrum.
- Fyrr var tað kanska soleiðis, at um vit komu aftur um við einum máli, so hugsaðu vit við okkum sjálvum, at nú var torført at koma aftur í aftur, men hetta er burtur nú, og eitt nú hava vit fleiri ferðir vent dystum higar til í ár.
Ongland órógvaði ikki
Fyri stuttum var nógv tosað um í fjølmiðlunum, at FCK-venjarin, Roy Hodgson, kanska skuldi gerast komandi enskur landsliðsvenjari.
Hetta fall um sama mundi, sum úrtøkan hjá FCK fór at versna, men Todi heldur tó ikki, at hetta hevði nakra ávirkan á leikararnar.
- Sjálvandi sóu vit tað, sum varð skrivað, og kanska hugsaðu vit eisini eitt sindur um tað. Hinvegin so vita av, at bløðini skulu royna at hava nakrar søgur, so eg vil ikki siga, at hetta ávirkaði okkum.
Gott við vetrarfrí
- Øll hava sjálvandi brúk fyri hvíld av og á. Seinastu dystirnar hevur eisini gingið heldur striltið. Vit hava spælt ov nógvar javnleikir, og liðið hevur sum so heldur ikki riggað so fantastiska væl, so hetta kunnu vit so avgjørt betra í vetrarsteðginum, heldur Todi, tá vit spyrja hann, um tað kanska er eitt sindur keðiligt at fara í vetrarfrí nú.
Sostatt tykist tað nú heldur friðarligt í FCK upp undir vetrarsteðgin, tá sammett verður við undanfarin ár. Tá hava orð sum kreppa og venjaraskifti staðið ovarliga á breddanum, men við góðu gongdini seinastu tíðini, tykist hetta at vera broytt.
Fremsta sessin megna teir neyvan at taka áðrenn steðgurin kemur, men tað er av alstórum týdningi, at munurin upp til Brøndby ikki økist, skal møguleikin fyri gullmerkjunum ikki fjarða burtur.
Gullmerkini eru tó ikki nøkur treyt hjá liðnum, men heiðursmerki skulu til hjá felagnum, sum tey bæði seinastu árini er endað miðskeiðis í røðini, hóast ætlanirnar vóru til meira enn so.