Todi, Ebbe og hinir í SvF

Fótbóltur: SvF fer at vísa donsku steypafinaluna Kristi himmalferðadag beinleiðis

Kristi himmalferðardag tann 21. juni verður danska steypafinalan í fótbólti spæld í Parkini í Keypmannahavn. Liðini, sum eru í finaluni, eru Brøndby IF og FC Keypmannahavn, sum sostatt fær heimavøll í finaluni. Sum allir fótbóltsáhugaðir føroyingar og helst fleiri onnur vita, spælir Todi Jónsson við FC Keypmannahavn, og tað veit Sjónvarp Føroya eisini. Tí hevur SvF fingið loyvi frá TV2 til at senda steypafinaluna beinleiðis.

Dysturin verður at síggja í sjónvarpinum klokkan 13.45 føroyska tíð, og hetta verður seinasti kjansur hjá FCK at fáa nakað burturúr hesum kappingarárinum.

Í Superliguni er Brøndby komið somikið langt framum FC Keypmannahavn, at har er einki at spæla um longur, og steypakappingin er sostatt seinasti møguleiki, skal FCK rættvísgera nógvu innkeypini, teir hava gjørt hetta kappingarárið.

FC Keypmannahavn kom í finaluna eftir tveir lættar hálvfinalusigrar móti Ikast, meðan Brøndby hevði eitt sindur torførari dystir móti Silkeborg í sínum hálvfinalunum.