At tað gongur sera væl hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, er einki at taka seg aftur í. Klaksvíkingurin í FCK skorar nú í so at siga hvørjum dysti, men altíð er bakgrundin ikki tann sama.
Mikukvøldið var bakgrundin soleiðis rættiliga bílig, tá FCK sendi Ikast úr steypakappingini og samstundis tryggjaði sær pláss í sjálvari steypafinaluni.
FC Keypmannahavn hevði vunnið fyrru hálvfinaluna í Parkini 4-1, og sostatt var undan dystinum lítil og eingin ivi um, at høvuðsstaðarliðið fór at sleppa í finaluna, meðan Ikast noyddist at takka fyri seg.
Og tað sást eisini aftur á vøllinum, har Ikast-liðið so at siga ongan hug vísti til at vinna. Teir høvdu langt síðani mist trúnna uppá, at tað bar til at venda úrslitinum frá fyrru hálvfinaluni.
Hetta gav eisini FC Keypmannahavn góðar møguleikar fyri at spæla álopsfótbólt, og tað gjørdu teir so. FCK vann 5-1 og sostatt 9-2 samanlagt.
Og millum málskjúttarnar hjá FC Keypmannahavn var sum ikki eina ferð Todi Jónsson, tá hann í 25. minutti økti til 2-0.
Todi, sum annars varð skiftur út í hálvleikinum, lyfti hegnisliga bóltin upp um Ikast-verjuleikaran Nikolaj Hust og sendi hann framvið Morten Hyldgaard í Ikast-málinum. Morten Hyldgaard er vanliga 3. málverji hjá Ikast, men fekk møguleikan mikukvøldið, tí hinir báðir málverjarnir vóru skaddir.
Og tann ungi Hyldgaard fekk nóg mikið at gera. FCK vann 5-1 og kundi vunnið meir.
? Vit høvdu fingið meira burtur úr ítróttarliga við at verið heima og vant, segði Henrik Larsen úr FCK við Ekstrablaðið aftan á dystin.
Stjórin vil hava
Brøndby í finaluni
Kappingin millum FC Keypmannahavn og Brøndby er uttan iva tann størsta innanhýsis kappingin millum tvey feløg í donskum fótbólti.
Hin hálvfinalan, sum varð spæld hóskvøldið, stóð millum júst Brøndby og Silkeborg. Brøndby vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli 2-1.
FCK-stjórin Flemming Østergaard vónaði eftir dystin í Ikast, at Brøndby vinnur hina hálvfinaluna og spælir móti FCK í finaluni.
? Munurin er ein millión krónur, segði Flemming Østergaard við Ekstrablaðið og roknaði við, at ein steypafinala millum FC Keypmannahavn og Brøndby lættliga kann savna 40.000 áskoðarar og sostatt nógvar pengar í kassan.
Meðan Flemming Østergaard so vónar at fáa Brøndby í finaluni, kunnu vit í Føroyum so bert vóna, at Todi Jónsson varðveitir stórformin í øllum førum í okkurt um ein mánað afturat, tá føroyska landsliðið skal til Estlands at spæla EM-undandyst.