– Todi enn frammanfyri

Hóast Pál Joensen er millum heimsins bestu svimjarar, so heldur Petur Heðin á Fløtti, annar av landsliðsvenjarunum í svimjing, at Pál skal megna eitt sindur afturat, áðrenn hann fær Toda Jónsson aftur sum størsta føroyska ítróttarfólk nakrantíð

Pál Joensen er fremsta amatørítróttarfólkið í Føroyum nakrantíð, um vit skulu kalla hann tað. Todi Jónsson fór allan vegin, og har vóru pengar uppi í eisini. Tí haldi eg ikki, at vit enn kunnu kalla Pál Joensen fyri besta føroyska ítróttarfólkið nakrantíð.

Tað sigur Petur Heðin á Fløtti, sum ikki eingong hugsaði um Pál Joensen, tá hann skuldi taka svimjilandslið út til Oyggjaleikirnar fyri fýra árum síðan.

– Eg kundi taka fleiri svimjarar útyvir vanliga talið, og Pál var ikki á nøkrum pappírið. So mann kann nokk siga, at Jón Bjarnason kom heim í tøkum tíma, tí tað heystið eftir Oyggjaleikirnar kom Jón, og síðani tá hevur tað bara gingið frameftir hjá Páli, sigur Petur Heðin á Fløtti.


Innari viljin

Um styrkirnar hjá Páli Joensen, staðfestir Petur Heðin á Fløtti, at tað umframt góðan svimjiteknikk í høvuðsheitum er ein ógvusligur innari vilji, sum ber Pál Joensen fram.

– Pál er besti svimjarin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, og tað er innari viljin hjá Páli, sum hevur borið hann so langt fram, sum hann er komin, sigur Petur Heðin á Fløtti.

Um veikleikarnar hjá Páli, sigur annar landsliðsvenjarin, at beinini ikki eru nóg sterk, og at hetta veit Pál av. Hinvegin ivast hann, um tað loysir seg hjá Páli at arbeiða ov nógv við tí.

– Fara teir at arbeiða við beinunum, so kann tað eisini ganga útyvir teknikkin í ørmunum, metir Petur Heðin á Fløtti.


Eyðbjørn kann gera tað

Verður hugt niður gjøgnum rekkjurnar í svimjing, so metir Petur Heðin á Fløtti, at tað eru einir fýra svimjarar, sum kunnu taka Pál.

– Fyrst og fremst er tað Eyðbjørn Joensen – lítli beiggi Pál – sum er ein nógv meiri komplettur svimjari enn Pál, og sum svimur nógv betri enn Pál gjørdi fyri seks árum síðan, heldur annar landsliðsvenjarin.


Tveir 25

Leingi hevur verið tosað um, at ein 50 metra hylur skal til, fyri at føroysk svimjing kann koma enn longri, men tað er Petur Heðin á Fløtti ikki heilt sannførdur um.

– Hugsa vit bara um Pál, so hevði ein 50 metra hylur verið tað besta, men hugsa vit um føroyska svimjing sum heild, so hevði verið betri við tveimum 25 metra hylum, sigur Petur Heðin á Fløtti, sum er venjari í Ægir í Klaksvík.