Todi er gandaður á landsliðnum

Hóast hann enn eina ferð noyddist at geva avboð, tí hann var skaddur, so roknar álopsspælarin við, at hann verður tøkur aftur um eina viku, men tað er torførari at siga, hvussu venjingarstøðan fer at vera undan ferðini til Sveis

ÓHEPPIN STJØRNA

Eingin ivi er um, at hann er stjørnan í føroyskum fótbólti. Hann hevur rokkið longri enn nakar annar føroyskur spælari, og hann er toppskjútti á landsliðnum. Hann er skrásettur fyri 43 dystir. Alt var lagt upp til, at hann skuldi havt verið við fyri 44. ferð mikukvøldið. Mótstøðumenninir vóru av sovornum slagi, at tað ivaleyst hevði ligið væl fyri hjá honum eisini í triðju royndini ímóti Malta at skjóta mál - kanska fleiri mál.
Men Todi Jónsson - sjálvandi er tað hann, at talan er um - taldist millum áskoðararnar. Portalurin visti á middegi mikudagin at siga frá heimasíðuni todi.fo, at Todi var skaddur og ikki fór at spæla við. Eingin ivaðist á Svangaskarði um, at tað vóru áskoðarar, sum settust aftur, og onkur helt fyri á Svangaskarði, at FSF mundi missa inntøkur, tí tað so tíðliga lak út, at Todi ikki fór at vera við.
- Men tað verður harvið. Vit mugu spæla við opnum kortum og ikki lokka fólk at koma undir skeivum fyritreytum. Tað hevði bitið seg sjálvan í halan, helt FSF aðalskrivarin, Ísak Mikladal, sum fyri venjaran eftir døgurða dystardagin sendi boð eftir Jónhardi Frederiksberg.
Ert tú gandaður á landsliðnum?
Todi Jónsson:
- Tað gevur onga meining at tosa um gand. Men hetta var undarligt. Allir fótbóltsspælarar vita, at tað í hesum fakinum støðugt spøkja møguleikar fyri skaðum, um vit skulu halda okkum til gandavendingar. Eg hevði kent okkurt smávegis, uttan at eg hevði roknað við, at hetta skuldi vera orsøk til, at eg ikki fór at vera førur fyri at spæla. Eg var rættuliga spentur upp á enn eina ferð at spæla ímóti Malta. Men undir venjingini týsdagin kendi eg, at alt var ikki, sum tað átti at vera, og tá ið vit mikumorgunin høvdu taktiska venjing, var tað mær longu greitt undir upphitingini, at knúturin í lærvøddanum var so mikið stórur, at tað fór ikki at bera til at spæla ímóti Malta. Tað eri eg sera harmur um.
Verður tú við ímóti Sveis?
- Tað eru tríggjar vikur til ta ferðina. Eg rokni við, at hetta verður í lagi aftur heilt skjótt. Stóri spurningurin er, um eg fari at hava møguleika at spæla á landsliðnum. Tað er verkfall í Danmark. Tað hevur við sær, at eg og allir hinir í FCK, sum eru limir í spælarafelagnum, ikki hava møguleika at venja í felagnum. Meðan tað er verkfall og verkbann ber tað heldur ikki til at fáa dystarvenjing. So vit mugu bara vóna, at tað fara at vera fyritreytir at spæla. Eg vil í hvussu so er fegin vera við.
Hvat heldur tú um dystin ímóti Malta?
- Tað er altíð hugaligt, at Føroyar vinna. Tað er ikki oftari enn so. Føroyska liðið var í óvandari støðu. Tað plagar at vera mótstøðuliðið, sum myndar spælið. Hesa ferð vóru okkara spælarar í tí støðuni. Í altjóða dystum er neyðugt at hava stóra úrtøku burturúr málmøguleikunum, tí teir eru ikki so nógvir. Har høvdu vit trupulleikar hesa ferð, men tað er positivt, at liðið spælir seg til møguleikar.