Í gjár kom Todi Jónsson til landið. Klaksvíkingurin, sum er búsitandi í Danmark, er komin heim at spæla fótbóltsdyst við barndómsfelagnum KÍ. Í gjárkvøldið hitti Todi Jónsson spælarar og stuðlar hjá KÍ, og í morgin fer hann á vøllin sum KÍ-spælari fyri fyrstu ferð í 14 ár.
- Eg gleði meg at fara í KÍ-troyggjuna aftur, sigur Todi Jónsson.
Hann fór úr KÍ í 1993, men var aftur og hjálpti KÍ í einum steypadysti í 1995. Síðani hevur Todi Jónsson ikki spælt fyri KÍ. Fyri nøkrum árum síðani spældi hann í Klaksvík, men tá var tað á liðnum hjá FC Keypmannahavn. Og sunnudagin verður so aftur gjørligt at síggja føroyska stórspælaran spæla aftur á føroyskum vølli fyri føroyskt felag.
Todi Jónsson verður ein av spælarunum á 1991-liðnum hjá KÍ, sum skal spæla ímóti dagsins KÍ-liði. Dysturin verður í Djúpumýri sunnudagin klokkan 15