Todi heldur: - Tað ber til

Tað er sannlíkt, at føroyski álopsmaðurin verður tøkur í Rom annan týsdag


 

Jóannes Hansen ? Parkin


Tað gongur skjótt hvønn vegin her í verðini. Ikki minst í fótbólti er teinurin frá tindunum og niður í dalin stuttur.

Fyrrakvøldið vórðu Zum aog Fernandez millum mest umrøddu FCK-spælararnar. Tað sást aftur í bløðunum í gjár, sum á forsíðunum søgdu »Herligt Heine« og »Fernandez og Zuma stålede over alle«.

Tá FCK kvalifiseraði seg til europeisku meistarakappingina vóru Zuma og Todi Jónsson mest umrøddu spælararnir. Fyrradagin og í gjár var Todi ikki nevndur við einum orði.


Yvirskotið

Todi Jónsson var í Parkini mikukvøldið - á áskoðaraplássunum. Vøddaskaðin darvar framvegis, men tað gongur rætta vegin. Todi fer neyvan við FCK til Esbjerg sunnudagin, men hann vónar at vera tøkur, tá FCK fríggjakvøldið í komandi viku fer at spæla síðsta dystin á heimavølli, áðrenn farið verður til Rom.

- Eg haldi sannlíkið vera stórt fyri, at eg verði tøkur til dystin í Rom. Um tað verður sum álopsspælari ella sum skiftisspælari, tað verður upp til venjaran at gera av. Tann avgerðin verður tengd at, hvussu tað fer at tørna út við mær komandi vikuna, sigur Todi Jónsson.

Men tað tykist sum um eingin roknar við tær akkurát nú?

- Soleiðis er tað bara. Tað eru teir, sum spæla við akkurát nú, sum eru teir mest áhugaverdu hjá pressuni. Tá vit venja, spyr onkur av tíðindamonnunum, nær eg verði klárur aftur, og so er onkur stubbi at síggja her og har um tað.

Men ert tú ikki sera vónbrotin av, at tú ikki hevði møguleikan at vera við til dystin móti Lazio?

- Um eg varð skaddur í seinastu fyrireikingunum upp undir dystin, so hevði eg kent tað sum eitt stórt vónbrot. Men eg havi so langt síðani lært at arbeiða út frá veruleikanum. Hann er, at eg eri skaddur í løtuni. Eg venji tað, sum teir kønu siga, eg skal venja. Tað nyttar einki hjá mær at gera nakað eyka. Tíðin og tilrættislagda venjingina fara at hava við sær, at møguleikjin kemur aftur, og so ræður um at vera klárur og at taka av.

Verður tað torført at vinna álopsplássið aftur?

- Tað er eitt stríð, tí kappingin er stór. Men eg veit, hvat skal til, og eg havi tað sjálvsálitið, sum skal til fyri at gera seg galdandi á hesum støðinum. Í løtuni snýr tað seg um at sleppa heilt av við skaðan, staðfestir Todi Jónsson, sum klokkan 10 í gjáramorgunin møtti til venjingar.


Møguleikarnir

Undan 2-1 sigrinum mikukvøldið vórðu møguleikarnir hjá FCK ikki mettir at vera serliga stórir. Eftir at hava verið egynavitni, tá liðfelagarnir í øgiligum endaspurti vunnu á Lazio, heldur Todi, at tað sær ikki so galið út.

- Nú haldi eg, at vit hava eins góðan møguleika sum teir at sleppa við til bólkaspælið. Tað verður neyðugt hjá teimum at spæla meira framrættað, enn teir gjørdu her í Parkini. Teir eru framúr góðir í verjuni, men vit sóu, at tað ber til at fáa mál móti teimum, so tað hevði verið stuttligt at verði partur í kontraspælinum, heldur Todi.

Hann sær avgjørt ikki særdur av, at tað hetta mikukvøldið í Parkini bert er eitt fjølmiðlaumboð, sum hevur áhuga í at fáa viðmerkingar frá sær. Tað kennis, sum málið hjá Toda er Rom annað týskvøld, og vit vóna, at tá verður føroyski álopsmaðurin hjá FCK aftur í miðdeplinum.