Todi hugdi at tá FCK hekk í klønum tráði

Fótbóltur: Í kvøld kann FCK síggjast á TVS. Mikukvøldið hingu teir í klønum tráið í steypakappingini

Tað stóð illa til hjá FC Keypmannahavn, tá teir mikukvøldið spældu í fjórða umfarinum í donsku steypakappingini. Teir vóru á Glostrup stadion, sum ikki er so langt frá erkafíggindunum í Brøndby. Mótstøðuliðið var Glostrup IF 32, sum spælir í 1. deild, og nógv tey flestu av teimum 3.089 áskoðarunum vóru viðhaldsfólk hjá FCK.

Og viðhaldsfólkini hjá stórfelagnum, sum hevur havt so nógv viðrák síðani summarfrítíðina, bitu leingi negl. Eftir 90 minuttir stóð 0-0, og tá hevði heimaliðið havt størstu málmøguleikarnar. So varð spælt tvær ferðir fimtan minuttir, tá kom einki mál, men tá var tað FCK, sum hevði størstu møguleikarnar. Hvør skuldi víðari í fimta umfar varð avgjørt í brotssparkskapping. Og tá lá fyri hjá FCK. Teir vunnu 4-2, og tað var fyrst og fremst málverjanum, Karim Zaza, fyri at takka, tí hann bjargaði tveimum royndum úr ellivu metrum.


Í eldin í kvøld

Todi Jónsson var ikki við á liðnum hjá FCK. Hann er framvegis plágaður av lúskuskaðanum, og hann fær viðgerð hvønn dag. Tað hevði ivaleyst borið honum til at spælt í fyrrakvøldið, men Kent Karlsson valdi at spara álopstrumfin og miðvallaran Peter Nielsen, sum hevur verið mettur at vera besti spælarin í Danmark síðani summarfrítíðina.

FCK skal í eldin aftur í kvøld. Teir skulu spæla í Odense, har stadion verður tikið í nýtslu aftur, eftir at tað er pussað upp. Dysturin verður vístur á TVS rásini hjá Prebeni Elkjær, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá Toda, sum hevur skorað so at siga hvørja ferð, hann hevur verið við eftir summarsteðgin, og hvussu tað fer at ganga hjá OB, sum bara hevur tvey stig og er niðast í bestu deildini.

Todi Jónsson roknar við, at talan verður um sera torføran dyst. Tað ger hann, tí mótstøðumenninir orduliga eru kroystir upp at múrinum. Sunnudagin taptu teir stórt í Herfølge. Tá kyknaði tosið av álvara um, at OB venjarin, Roald Poulsen, sum kom til felagið í summar, hongur í einum klønum tráði. Tey eru fleiri, sum rokna við, at um OB tapir í kvøld, so fær venjarin sekkin.


Vildu ikki útseta

Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum eru undir stórum trýsti í løtuni, og tað er lítil tíð til at fáa skaðar aftur í rættlag.

FCK heitti á Glostrup IF 32 um at útseta steypadystin, sum var ásettur at vera mikukvøldið í hesi vikuni. Tað gjørdu teir, tí teir hildu tað vera ov nógv at spæla mikukvøld og so aftur fríggjakvøld. Men Glostrup IF 32 segði nei, og í kvøld hava føroyingar møguleika at síggja, hvussu eymir teir í FCK eru, eftir at teir í fyrrakvøldið hava spælt 120 minuttir í steypakappingini.

Tá stríðið í Odense er av, fara teir í FCK at hugsa um ferðina niður til Jerevan í komandi viku. Tað er lítið hugaligt at fara niður hagar, men tað er neyðugt at taka uppgávuna í stórum álvara. tí FCK ætlar sær longri í kappingini. Annan fríggjadag verður lutakast til næsta umfar í europeisku kappingini fyri steypavinnarar, og tá vónar FCK at fáa eitt meiri áhugavert lið at spæla ímóti enn Jerevan.