Todi ikki við ímóti AGF

Tað eru á leið tvær vikur síðani Todi og aðrir føroyingar keyptu Fremad Amager, og tá var ætlanin, at Todi skuldi vera partur av liðnum.

Hann verður tó ikki við í fyrsta dystinum eftir vetrarsteðgin, tá Fremad Amager møtir AGF. – Har er nokk at gera uttanfyri vøllin hjá mær júst nú, so eg verið ikki við enn, sigur Todi við heimasíðuni hjá felagnum. Hann leggur tó afturat, at øll gleða seg til fyrsta dystin ímóti AGF um vikuskiftið.