Todi Jónsson aftur millum málskjúttarnar

Fótbóltur: Todi Jónsson setti hol á, tá FC Keypmannahavn mikukvøldið vann 4-1 á Ikast í hálvfinaluni í donsku steypakappingini

Tað hevur gingið væl hjá Toda Jónsson, síðani hann slapp av við skaðan hjá sær, og hann hevur verið raskastur at skjóta mál fyri FC Keypmannahavn, síðani danska kappingin byrjaði aftur aftan á vetrarsteðgin.

Mikukvøldið var Ikast á vitjan í Parkini, og FCK og Todi Jónsson vunnu dystin 4-1, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1-1.

Todi og Thomas Thorninger myndaðu FCK-álopi frá byrjan, og FC Keypmannahavn byrjaði sum eitt ódnarveður. Tað vóru bert spældir 9 minuttir, tá liðið tók leiðsluna. Carsten Hemmingsen tók eitt innkast, Henrik Larsen forlongdi við høvdinum inn til Toda, sum staddur stutt frá málinum kundi skora til 1-0.

FCK spældi sera væl fyrstu 20 minuttirnar, men so steðgaði upp hjá teimum, og ikki fyrr enn væl inni í seinna hálvleiki kom skil á aftur spælið hjá teimum.

Tá hevði Ikast langt síðani javnað til 1-1, eftir at Lars Larsen hevði lobbað bóltin upp um Karim Zaza og gjørt vakrasta málið í dystinum, men so setti FCK-venjarin fyrst Martin B. Larsen inn fyri Henrik Larsen, og fimm minuttir seinni kom David Nielsen á vøllin fyri Thomas Thorninger.

Stutt seinni var Todi Jónsson sera nær við at økja til 2-1, eftir at Martin B. Larsen hevði spælt hann leysan, men Ikast-málverjin Jørgen Nielsen bjargaði við eini fótparadu.

Tað skuldi vísa seg, at FCK-venjarin var heppin við innskiftingunum hjá sær. Spælið hjá liðnum úr Keypmannahavn bleiv betri aftur, eftir at Martin B. Larsen og David Nielsen vóru komnir inn, og teir báðir skoraðu eisini til 2-1 og 3-1 stutt eftir, at teir vóru komnir á vøllin. Í seinasta minutti av dystinum økti Carsten Hemmingsen til 4-1, og FCK hevur nú eitt gott útgangsstøði áðrenn returdystin, sum verður komandi mikudag.

Um FC Keypmannahavn kemur í donsku steypafinaluna, verður tað fyri triðju ferð seinastu fýra árini, men tað verður so fyrstu ferð, at Todi Jónsson sleppur at royna seg í so stórum dysti.


Brøndby ella Silkeborg

Í hinari hálvfinaluni var munurin ikki so stórur, men hetta var eisini ein dystur millum nummar eitt og nummar trý í superliguni, Brøndby og Silkeborg.

Brøndby hevði heimavøll og vann 2-1, men Silkeborg hevur framvegis góðar møguleikar fyri at venda samlaða úrslitinum til egnan fyrimun, tá liðini hittast aftur í næstu viku.

Eisini í superliguni styttist munurin nakað millum Brøndby á fremsta plássi og FC Keypmannahavn, sum er nærmasti kappingarneyti. Brøndby tapti óvæntað 1-3 móti AB seinasta fríggjadag, og tað gjørdi, at munurin millum tvey tey ovastu liðini minkaði niður í sjey stig. Men tað er framvegis langt á mál hjá FC Keypmannahavn, um liðið skal taka seg framum arvafíggindarnar úr Brøndby.