Todi Jónsson stílar enn hægri

Todi Jónsson vil framvegis sleppa út um Danmark at spæla fótbólt. Men skal hann fáa sáttmála aðrastaðni í Europa, skal tað gangast honum væl í donsku kappingini, og ikki minst ? hann skal gera mál

Fyri 10 mánaðum síðani varð Todi Jónsson tveittur fyri løvurnar.

Føroyski álopsspælarin hevði ikki klárað at funnið sær eitt útlendskt felag áðrenn 1. juni 1997, og so bant ein sáttmáli, sum hann hevði gjørt FC Keypmannahavn fleiri mánaðir frammanundan.

Summarið 1997 sum skuldi verða lopið út í europeiskan fótbólt, gjørdist til eitt lop úr lítla Lyngby til stóra FCK. Todi fór úr bláu troyggjuni hjá Lyngby og í tí hvítu hjá løvunum í FCK, men Keypmannahavnarumráðið og superligan var og er framvegis ramman.

Tað hevur gingið upp og niður í FCK. Byrjanin var góð og Todi stóð seg betur enn tey mest bjartskygdu høvdu væntað, men so kom kendasti føroyski lúskuskaðin aftur í vegin. Nú eftir skaðasteðg í fýra mánaðir, eina harða uppvenjing og eina skurðviðgerð, er klaksvíkingurin aftur á veg móti toppinum í donskum fótbólti. Hann hevur fingið gongd á serkenda spælið hjá sær aftur, og seinasta vikuskiftið var hann bestu maður á danska tjóðleikvøllinum, tá FCK vann á Århus Fremad.

Millum fyrrparts- og seinnapartsvenjingina á vøllunum hjá KB á Frederiksberg hendan mikudagin hava vit funnið eitt stað burtur frá teimum larmandi stjørnunum í FCK. Við eitt lítið borð í forhøllini við útsýni útyvir svimjihylin uttanfyri KB-høllina.

Prátið snýr seg um fyrstu 10 mánaðirnar í FCK, um at ganga við einum óneyðugum skaða í næstan trý ár, og dreymin at sleppa longur út í Europa at royna fótbóltsevnini.


Verður kendur aftur á gøtuni

Hvussu var tað at skifta frá Lyngby til FCK?

? Tað var ein stór broyting. Eg búði úti í Lyngby meðan eg spældi har, og tað var eingin sum kendi meg aftur, tá eg gekk úti millum fólk. Lyngby er ikki so stórt, men tað var eingin, sum visti hvør eg var. Tað vísti bara hvussu lítil áhugin fyri fótbólti í Lyngby var. Tá eg kom til FCK og tað gekk væl hjá mær, varð eg kendur aftur. Ikki soleiðis sum tær stóru stjørnurnar, men tað var altíð onkur, sum vildi heilsa uppá meg. Eisini sjálvt felagið FCK er nógv størri og meiri ambitiøst. FCK vil nakað og tað er eitt felag, sum fólk hava stóran áhuga í. Tað eru nógv, sum fegnast tá tað gongur væl hjá okkum, men tað eru sanniliga eisini tey, sum ikki gera tað.

Merkir tú nakað til tey, sum ikki eru glað, tá tað gongur tykkum væl?

? Nei, tað geri eg ikki. Tað er bara meðan vit spæla dystir.

Tá tú fórt frá Lyngby til FCK, fórt tú samstudis frá at hava verið hálvtíðaryrkisspælari til fulltíðaryrkisspæl. Hvussu var tað?

? Í Lyngby segði sáttmálin, at eg var hálvtíðaryrkisspælari, men eg valdi einki at gera við síðuna av og satsaði uppá fótbóltin. Í FCK er tað meiri ella minni eitt krav, at tú skalt verða fulltíðaryrkisspælari, men tað eru sjálvandi eisini undantøk. Um eg til dømis hevði fingið ein langtíðarskaða, so hevði eg fingið loyvi til at gjørt okkurt við síðuna av, havt arbeiði ella gingið í skúla. Men tað er ikki aktuelt.

Hvussu passar tað tær, at brúka alla tína tíð til fótbólt?

? Tað er fínasta slag. So leingi, sum eg havi hug at spæla fótbólt, geri eg tað. Ein møguleiki hevði verið at tikið eitt arbeiði við síðuna av, tað stendur í sáttmálunum hjá mær, at eg kann, um tað verður aktuelt. Men felagið hevur valt at brúka pengar uppá meg, og tí vænta teir eisini, at eg eri til reiðar at gera eitt gott arbeiðið fyri teir. Eg eri ikki ungur sum fótbóltsspælari longur, so um einki meira hendur rímuliga skjótt, fari eg helst at hugsa um eftirtíðina, men eg føli ikki at eg havi skund til at finna uppá okkurt. Nú spæli eg fótbólt, og tað dámar mær væl, og so havi eg valt at bíða við arbeiði ella útbúgving til seinni.


Útlandið vendi tummilin niður

Fyri 10 mánaðum síðani vart tú nær við at enda í belgiska felagnum Moeskroen, men tað bleiv ikki til nakað, og ístaðin komst tú til FCK. Ert tú keddur av, at tað gekk soleiðis, og at tú ikki slapst út um Danmark at spæla?

? Nei, eg vil ikki siga at, eg eri keddur av tí. Um eg skuldi halda fram í Danmark, so var FCK einasta felagið, sum eg vildi sleppa til. Eg hevði annars sett mær fyri, at eg skuldi bara út um Danmark at spæla fyri at royna nakað annað. Men tað vísti seg, at tað vóru ikki nógv fleiri pengar í sáttmálum aðrastaðni, enn tað eg kundi fáa frá FCK. Og so gjørdi tað seg eisini galdandi, at eg hevði gjørt eina forhondsavtalu við FCK um, at um eg ikki hevði fingið sáttmála í útlandinum innan 1. juni 1997, so skuldi eg spæla fyri teir. Beint tá tað hendi, var tað keðiligt, at eg ikki slapp uttanlands, tí tað vóru onkur trupulleikar, men nú eri eg ikki keddur av tí. Og hví skuldi eg verið tað, eg hevði sjálvur skrivað undir avtaluna við FCK, so tað var eitt val, sum eg hevði gjørt. Teir høvdu verið large og góvu mær góða tíð til at finna eitt útlendskt felag, men tað eydnaðist ikki.

Hví fanst tú ikki eitt útlendskt felag?

? Trupulleikin var at finna eitt felag, sum kundi geva mær ein góðan sáttmála, tí eg spældi ikki væl á várið 1997, og eg gjørdi eingi mál. Tað vóru fleiri feløg og hugdu eftir mær, men tað sum eg avrikaði var ikki nóg mikið til at fáa ein góðan sáttmála. Sturm Graz úr Eysturríki og Moeskroen úr Belgia vóru uppá tal saman við fleiri donskum feløgum, men tað bleiv so til FCK.

Men um tað hevði gingið líka væl hjá tær um várið 1997, sum tað gjørdi eftir í FCK eftir summarsteðgin , hevði tú so spælt onkra aðrastaðni í Europa í dag?

? Møguleikin fyri tí hevði ið hvussu so er verið nógv størri. Men kanska var tað heppið, at eg ikki fór uttanlands júst tá, tí eg fekk jú ein langtíðarskaða eftir bara sjey dystir í FCK.

Hvussu trívist tú í FCK nú?

? Eg trívist væl. FCK er eitt stórt felag, men sjálvt um tað eru meiri pengar uppi í spælinum og spælararnir eru meiri kendir, er samanhaldið millum spælararnar minst líka gott sum í Lyngby. Vit koma ikki saman hvønn dag eftir venjing, men onkuntíð fara vit saman út í býin at hugna okkum.

Hvørjar eru ambitiónirnar nú?

? Fyrst og fremst er tað at hava plássið á liðnum, tí tað er stór kapping um plássini. Og um tað gongur væl, so er tað eisini at vinna okkurt við FCK. Og eg hugsi eisini framvegis um at sleppa út um Danmark at spæla. Tú sleppur næstan ikki undan at hugsa um tað, tí gongur tað væl hjá tær, spyrja fólk teg allatíðina um nakað felag ætlar at keypa teg. Men skal eg fáa ein sáttmála onkra aðrastaðni, so skal tað eisini ganga væl hjá mær og eg skal skjóta mál. Eg havi sáttmála við FCK í tvey ár afturat, og tí skal eitt felag, sum ætlar at keypa meg, eisini gjalda FCK pengar. Tað førir við sær, at tað er ikki líka lætt at sleppa avstað, men tað tryggjar eisini, at sleppi eg avstað, verður tað til okkurt rímuliga gott felag.


Leingist heim á jólum

Hevur tú sett tær nakað mál fyri hvussu leingi tú vilt satsa uppá fótbóltin?

? Tað gjørdi eg, tá eg var í Lyngby. Eg setti mær fyri, at eg satsaði uppá fótbóltin í tvey ár, og hendi einki áðrenn tað, fór eg í holt við eina útbúgving. Men nú havi eg ikki sett mær nakað líknandi fyri. Og hví skuldi eg gjørt tað. Tað er kanska trupult hjá serliga føroyingum at skilja, at eg bara spæla fótbólt og einki arbeiði havi við síðuna av, men soleiðis er tað.

Hvussu leingi hevur tú verið í Danmark nú?

? Eg fór úr Føroyum um summarið í 1993, og her er veldugt. Danmark er eitt fantastiskt land. Kanska er tað lætt hjá mær at siga, tí tað hevur gingið væl hjá mær, men tað eru ikki teir somu møguleikarnar í Føroyum. Sjálvandi leingist eg heim á Ólavsøku og áðrenn jól, men tá eg so havi verið heima í einar tvær ella tríggjar vikur, so er alt tað sama aftur. Eg sakni ikki Føroyar sum so, men eg havi familju og vinir har heima, sum eg sakni.

Ætlar tú at flyta heimaftur?

? Tað dugi eg ikki at svara uppá. Fyri tveimum árum síðani hevði eg svarað ja, eisini fyri einum ári síðani. Tá hevði eg avgjørt, at tá eg var liðugur við alt hetta, so flutti eg heimaftur. Men nú veit eg ikki. Tíðinar broytast, og tað hendir allatíðina okkurt nýtt. Men eg kann gott siga, at tað er sannlíkt, at eg flyti heimaftur.

Í donsku fjølmiðlunum verður nógv gjørt burturúr, at kappingin um plásini í FCK-álopinum er stór. Hvussu er tað?

? Tað kann blíva ein trupulleiki fyri meg, um eg ikki skori. Tí FCK hevur jú keypt Thomas Thorninger heim úr Italia fyri nógvar pengar og David Nielsen vil eisini spæla. So tá fjølmiðlarnir halda, at Thorninger skal spæla, so leggur tað trýst á meg. Innanhýsis í felagnum er tað ikki nakar trupulleiki millum okkum álopsspælarar, tí vit finna væl út av tí saman, men vit vita eisini, at vit skulu vísa nakað allatíðina fyri at sleppa at spæla, og tað sæst aftur undir sjálvari venjingini. Tað gongur skjótt hvønn vegin, tí tá eg kom til FCK av fyrstan tíð, varð tosað um, at felagið hevði álopstrupulleikar. Men so gekk væl hjá mær og David og so var eingin knappliga trupulleiki. So varð eg skaddur, og so var aftur galið. Og tá eg og David ikki skoraðu tveir teir fyrstu dystirnar í ár, hildu fjølmiðlarnir, at tað var rættast at lata Thorninger spæla.

Hvussu týdningarmikið er tað at gera mál, tá tú spælir í álopinum?

? Tað hevur alt at siga. Tað nyttar ikki at spæla væl, um tú ikki gert mál.

Eitt er trýsti frá fjølmiðlunum og annað innanhýsis millum spælararnar, men hvussu er við leiðsluni í felagnum. Leggur hon trýst á tykkum fyri at vinna okkurt?

? Vit fingu at vita frá leiðsluni í felagnum áðrenn fyrsta dystin her í vár, at vit skulu ikki kenna trýst á okkum fyri at vinna nakað. Í ár snýr tað seg um at spæla eitt gott lið saman. Tað siga teir, men innnast inni vita vit væl, at teir gjarna vilja hava okkum at blíva nummar eitt. Teir søgdu soleiðis fyri at lætta eitt sindur um trýsti, sum hevur verið lagt á okkum, síðani fleiri kendir spælarar afturat vórðu keyptir til felagið í vetur. Vit taptu týdningarmikla dystin móti Brøndby, so kravið er heilt greitt, at vit skulu blíva nummar tvey. Vit skulu í Europa at spæla næsta ár.


Óneyðuga skaddur

í næstan trý ár

Stóran part av tíðini í FCK hevur tú verið skaddur, men áðrenn jól fekst tú eina skurðviðgerð, sum gjørdi teg frískan innan stutta tíð. Hvussu gekk tað fyri seg?

? Trupulleikin var tann, at læknarnir her í Keypmannahavn søgdu, at eg var ov veikur í lúskuni, og tí skuldi eg fáa eitt programm, so eg kundi venjast uppaftur. So skuldi tað blíva betri og betri. Men tá eg hevði gjørt tað í eina tíð og sá, at tað gekk als ikki, kravdi eg yvirfyri FCK at sleppa til ein specialist. Og eg slapp til ein lækna í Týsklandi. Tann læknin var als ikki í iva hvat feilti mær. Hon segði, at eg hevði lúskubrok, og tað varð eg skurðviðgjørdur fyri dagin eftir, at hon hevði kannað meg. Vanliga ganga tað tríggjar vikur til tú ert frískur eftir eina slíka skurðviðgerð, men vit valdu at brúka longri tíð til uppvenjingina, tí kappingin byrjaði ikki fyrr enn tríggjar mánaðir seinni. Og tað hevur víst seg, at tað varð rætta skurðviðgerðin, sum eg fekk í Týsklandi, tí nú eri eg frískur. Tann fyrra skurðviðgerðin, sum eg fekk fyri nøkrum árum síðani, var ein heilt onnur og var óneyðug. Tað vil siga tað sama sum, at eg havi gingið í tvey og eitt hálvt ár við eini sjúkari lúsku, sum tað hevði tikið tríggjar vikur at blivið frískur í, um eg fekk røttu viðgerðina. Og tað er keðiligt at hugsa um nú, men tað fái eg einki gjørt við.

Hvussu hevði tú tað, tá tú í fjør aftur fekk skaðan í lúskuni. Hugsaði tú nakrantíð, at nú bar ikki til longur, nú hildu beinini ikki meir?

? Ja, tað hugsaði eg ofta um. Eg var bangin fyri ikki at koma at spæla aftur. Tað var næstan ikki tann dagur, at eg ikki hugsaði, at hetta var yvirstaðið fyri meg, at eg kundi ikki spæla fótbólt meir. Eg vandi fýra tímar hvønn dag fyri at blíva frískur, men einki hjálpti, tað bleiv ikki betri. Til endans tímdi eg ikki meira. Hinir spælararnir vóru farnir í jólafrí, og eg mátti halda fram við hørðu venjingini. Eg steðgaði við venjingini, fór til felagið og kravdi at blíva kannaður betri. Eg minnist eg segði við onkran áðrenn eg fór til Týsklands at blíva kannaður, at eg væntaði, at hon fór at siga tað sama sum læknarnir í Danmark. Eg skuldi helst skurðviðgerðast aftur fyri tað sama, og so var eg aftur burtur í fýra mánaðir, men eg vónaði at hon fór at siga, at tað fór at taka tvær ella tríggjar vikur, so var eg frískur. Tað segði eg eisini við onkrar av læknunum og fysioterapeutunum í Danmark, men teir søgdu, at tað skuldi eg ikki rokna við, og eg var eisini fyrireikaður uppá, at tað næsta hálva árið var farið.

Hvussu var tað so, tá tú fekst boðini frá týska læknanum?

? Tað var ein stórur lætti. Men eg var eisini keddur um, at eg ikki var farin til ein specialist beinanvegin, og ístaðin hevði lurtað eftir læknunum í Danmark. Og hevði eg ikki kravt at sloppið til ein specialist, hevði eg væl kunnað gingið skaddur enn.

Hvussu væl ert tú fyri nú?

? Tá tú ert skaddur, missir tú nógv av bóltførleikanum, og tað tekur tíð at koma fyri seg aftur. Tey flestu minnast meg, sum eg var, beint áðrenn eg varð skaddur, og tí hava tey stórar forvæntningar til mín nú eg spæli aftur. Men eg klári ikki at avrika tað sama beint nú, sum eg gjørdi tá, og tí er vandi fyri at blíva frustereraður. Eg merki serliga, at eg mangli nakað í teimum longu spurtunum, men tað er bara spurningur um at koma í toppvenjing aftur.