(TALLINN) Beint áðrenn landsliðið skuldi avstað, ljóðaði, at Todi Jónsson ikki fór við, tí hann var skaddur. Men tá flogfarið hjá Atlantic Airways fór úr Vágum tysdagin, var maðurin, sum fram um allar aðrar skal hótta estlendska málið, við umborð.
- Eg fekk eitt slag inn á fótin í dystinum móti AaB herfyri, og eg havi framvegis eitt sindur av pínu. Men tað gongur, sigur Todi Jónsson, sum einki longur merkir til skaðan í lærkrikanum, sum helt honum uttan fyri spælið í fleiri mánaðir. Tá landsliðið vandi fyrrapartin í gjár, tók Todi sær eitt sindur av løttum og luttók ikki í sjálvum spælinum.
Føroyska álopsessið roknar við einum jøvnum dysti í kvøld.
- Tað verður ein opin dystur, rokni eg við. Vit fara í øllum førum at gera okkara besta, sigur hann.
Tað hevur gingið rættiliga væl hjá Toda, síðani hann kom fyri seg eftir drúgva skaðan, og hann hevur fingið fleiri mál fyri FC Keypmannahavn í vár.
- Jú, tað hevur gingið hampuliga væl. Eitt sindur upp og niður, haldi eg sjálvur, men eg havi so fingið nøkur mál. Vónandi gongur tað eisini væl í kvøld.
Todi Jónsson heldur, at Føroyar hava góðar møguleikar fyri at fáa onkur stig burtur úr bólkinum, vit eru í, og ein av teimum møguleikunum verður í kvøld.
- Hetta verður so ein av dystunum, vit hava kjans fyri at fáa stig burturúr. Eg sigi ikki, at vit skulu vinna, men javnleikur haldi eg hevði verið eitt frálíkt úrslit, sigur Todi Jónsson, sum ikki var vfið, tá landsliðið í fjør vann 2-0 í Tartu, sum er næststørsti byurin í landinum. Føroysku málini tá gjørdu Jan Allan Muller og Jens Erik Rasmussen, og teir eru báðir við í hópinum hesaferð.