Todi klárur aftur


Leikararnir í FC København eru farnir at venja aftur eftir vetrarsteðgin, og fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir er Todi Jónsson við í hópinum, ið fór at venja mikudagin.
Todi hevur verið skaddur í lærkrikanum leingi, og hann hevur vitjað fleiri serfrøðingar, ið hava roynt at lekja áleyparan. Seinasta royndin at lekja skaðan var at senda Toda til ein lækna í Salzburg í Eysturríki, sum eftir øllum at døma hevur funnið orsøkina. Nú bendir okkurt á, at hann endiliga er sloppin av við henda herviliga skaðan.
Danska SAS-deildin verður ikki tikin uppaftur fyrr enn 3. mars. Vónandi kann Todi sleppa undan skaðum í komandi tíðum, so hann aftur kann vísa sítt virði hjá FCK, ið stórliga hevur brúk fyri sínum lyklaspælarum.
Í seinasta kappingarári spældi Todi sera væl og gjørdist toppskjútti í felagnum, men í hesum kappingarárinum hevur hann spælt fáar dystir vegna skaðan.