Todi: NSÍ er langt frá at vera eitt topp-4 lið í ár (FM1)

(FM1) Hoyr besta spælaran hjá AB, Marius Krøyer Lindh og NSÍ-venjaran, Toda Jónsson seta orð á 4-1 sigurin hjá AB við Løkin

Marius Krøyer Lindh hjá AB var besti spælarin við Løkin

Marius Krøyer Lindh hjá AB var besti spælarin við Løkin

##med2##

 

AB fekk góða luft niður til Skála og B68 við at vinna 4-1 á NSÍ við Løkin í Runavík. AB hevur nú 10 stig, og hava argjamenn fimm stig niður til Skála og B68. NSÍ verður hangandi á níggju stigum.

 

Í samrøðu við FM1 staðfestir NSÍ-venjarin, Todi Jónsson, at NSÍ í ár er langt frá at vera eitt topp-4 lið, men um hildið verður fast við menningina av ungu leikarunum, so fer NSÍ at vera betri brynjað til eitt oddastríð um nøkur ár.

 

NSÍ-AB 1-4 (0-0)

 

0-1 Marius Krøyer Lindh (48.) 

 

0-2 Agustin Marsico (73.)

 

0-3 Robbie Azodo (89.)

 

1-3 Beinir L. Nolsøe (91.)

 

1-4 Jobin Drangastein (92.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í dystinum millum NSÍ og AB.

 

2) Hoyr samrøðu við besta leikaran hjá AB, Marius Krøyer Lindh.

 

3) Hoyr samrøðu við NSÍ-venjaran, Toda Jónsson. 

 

 

 

Marius Krøyer Lindh hjá AB var besti spælarin við Løkin

Marius Krøyer Lindh hjá AB var besti spælarin við Løkin

Málini NSÍ-AB 1-4 (0-0) og samrøður: Marius Krøyer Lindh og Todi Jónsson

Málini NSÍ-AB 1-4 (0-0) og samrøður: Marius Krøyer Lindh og Todi Jónsson