Todi og FCK møta nú Real Betis

Fótbóltur: FCK vann aftur Europa-Cup dyst, og skal næstu ferð spæla móti spanska felagnum Real Betis

Todi Jónsson var ikki við, tá FC Keypmannahavn vann útidystin í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar móti Ararat Jerevan.

Todi Jónsson hevur í longri tíð verið plágaður av skaða í lúskuni, og hesin skaðin forðaði honum í at spæla hóskvøldið. Áður hevur lúskskaði forða Toda Jónssyni í at spælt í næstan eitt ár.

Men uttan Toda á liðnum kláraði FCK at vinna dystin í armenska høvuðsstaðnum.

Fyrri dysturin, sum varð spældur í Parkini fyri tveimum vikum síðani, endaði við tryggu 3-0 sigri til FCK, og nú teir spældu á útivølli løgdu teir tvey mál afturat, so samlaði sigurin gjørdist 5-0.

Dysturin í Jerevan var ikki av teimum bestu; heimaliðið kláraði ikki at skapa spenning um úrslitið, og tað passaði gestunum væl, at teir sloppu frá at gera ov nógv av fyri at tryggja sær víðari luttøku. Skráin hevur verið tøtt farnu tíðina, og longu í morgin skal FCK aftur á vøllin.

Málini komu ikki fyrr enn móti endanum av dystinum. Tað fyrra gjørdi Martin Nielsen tá 87 minuttir vóru spældir og heilt móti endanum skoraði Mate Sestan til 2-0. Báðir spælararnir sótu á beinkinum, tá dysturin byrjaði, og komu so inn at gera mál.

Hjá FCK var Bjarne Goldbæk besti maður, og tá Bo Johansson, danski landsliðsvenjarin, seinnapartin í gjár skuldi úttaka landsliðið til dystin móti Grikkalandi, var mett sannlíkt, at Bjarne Goldbæk var millum teir kosnu menninar.


Møta nú Real Betis

í gjár var lutakastið um hvussu spælast skal víðari í europeisku kappingunum, og FCK skal í næstu europeisku uppgávuni royna seg móti Real Betis úr Spania.

Fyrri dysturin verður spældur í Spania tann 23. oktober, meðan returdysturin varður í Parkini 6. november.

Hóast Real Betis ikki er millum fremstu liðini í Spania, er uppgávan hjá FCK stór, men ikki ómøgulig.

Eitt annað danskt felag er eftir í Europa-Cup kappinginum. Tað er AGF, sum spælir við í UEFA-Cup. Teir skulu í næsta umfari spæla móti Twente úr Hollandi.

Lutakast hevur í vikuni eisini verið í donsku steypakappingini, og har skal FCK spæla móti B93 á útivølli í 5. umfari. Í B93 spæla fleiri føroyskir spælarar men eingin teirra er á 1. liði.

Fyrsta uppgávan hjá FCK verður tó í landskappingini í morgin. Tá spæla teir á útivølli móti Herfølge. Todi er ivasamur til dystin, meðan Jákup Mikkelsen farnu dystirnar hevur spælt á 2. liði hjá Herfølge.