Todi og teir í kreppu undan finaluni

Fótbóltur: Skaðarnir hópa seg upp, og sjálvsálitið er lítið áðrenn steypafinaluna móti Brøndby

Skaðar og manglandi sjálvsálit kunnu avgera steypafinaluna millum FCK og Brøndby í morgin.

Fleiri av leyklaspælarunum hjá FC Keypmannahavn hava sitið uttanfyri seinastu umførini, og úrslitini hava ikki verið tey, sum væntast kunnu av liðnum við kostnaðarmiklu spælarunum.

Og nú teir hvítu í FCK standa frammanfyri triðju steypafinaluni í fýra ár, hevur sjálvsálitið fingið eitt skot fyri bógvin og tað er vist, at allir teir skaddu spælararnir verða ikki frískir til dystin.

Føroyski spælarin í øllum ruðuleikanum er tó væl fyri og hann spælir.

? Eg varð tikin út í hálvleikinum sunnudagin, men tað var ein hálv avtala, sum eg hevði við venjaran. Hevði segði undan dystinum, at hann roknaði við at taka meg í hálvleikinum fyri at spara meg, og tað gjørdi hann so. Tað var bara eitt sindur keðiligt, tí tað gekk væl hjá mær, sigur Todi Jónsson.

Og donsku fjølmiðlarnir geva eisini føroyska álopsspælaranum góð skoðsmál. Hann var besti FCK?arin í fyrra hálvleiki, var vandamikil, og Ekstrablaðið setti hann enntá á sítt Ugens hold.


Todi byrjar á vøllinum

Hóast spælarin, sum avloysti Toda í álopinum móti AB sunnudagin, Kenneth Jensen, gjørdi málið, verður tað ikki nøkur forðing fyri, at Todi byrjar stóra dystin í morgin.

? Eg eri byrjaður á vøllinum allar dystirnar í ár, tá eg havi verið tøkur, so eg meti tað verða upplagt, at eg eisini byrji móti Brøndby, sigur Todi.

Tað er væntandi, at tað verða Todi og Thomas Thorninger, sum koma at manna FCK-álopið, meðan David Nielsen og Kenneth Jensen eftir øllum sólarmerkjum mugu finna seg í einum jokaraleikluti, um svenski venjarin hjá FCK, Kent Karlsson, ikki finnur pláss fyri teimum aðrastaðni á vøllinum.

Stóri spurningurin hjá FCK er, um Peter Nielsen, Bjarne Goldbæk, Diego Tur og Thomas Rytter verða klárir til dystin í morgin. Henrik Larsen hevði leikbann seinast og er klárur, og tað er sannlíkt, at eisini Peter Nielsen spælir í morgin. Størri ivi er um Bjarne Goldbæk og Diego Tur, meðan Thomas Rytter ið hvussu so er ikki byrjar á vøllinum, hann hevur verið skaddur ov leingi til at spæla heilan dyst.

? Skaðar hava verið ein stórur trupulleiki hjá okkum í ár. Eg eri sannførdur um, at høvdu so nógvir spælarar ikki havt skaðar at drigist við, høvdu vit havt staðið okkum enn betri enn vit hava gjørt, sigur Flemming Østergaard, stjóri í FCK.


Ikki bangin

fyri uppgávuni

Í gjár høvdu Todi og liðfelagarnir frí frá venjing, men í dag kemur gongd á fyrireikingarnar til steypafinaluna. Spælararnir venja í dag, og í kvøld fara teir á hotell og verða so saman til eftir dystin hósdagin.

Tey 41.652 atgongumerkini til steypafinaluna eru langt síðani seld, og dysturin verður spældur í rammum, sum eru einum landsdysti verdum.

? Eg havi ongantíð verið í námind av at uppliva ein slíkan dyst, og eg eri eisini ómetaliga spentur til finaluna. Sjálvandi liggur trýst á okkum, sum skulu gera mál, men eg eri ikki bangin fyri uppgávuni, sigur Todi Jónsson.

Hann hevur ikki gjørt mál seinastu tríggjar dystirnar, hóast hann hevur havt møguleikar, men tað er ikki nakað sum nervar.

? Eg rokni við, at eg eri so konsentreraður til eina steypafinalu, at fái eg eitt gott tilboð, so skori eg, sigur hann.

Og kann Todi verða við til at føra FCK fram til steypasigur í ár, fer tað bara at styrkja um hansara umdømi í donskum fótbólti, har hann langt síðani hevur vunnið sær heitið sum ein tann besti og vandamesti áleyparin.