Todi segði farvæl

Leikluturin hesa ferð var øðrvísi, enn hann áður hevur verið hjá føroyska Start spælaranum, sum ikki roknar við aftur at spæla á høgum støði í Føroyum

Todi Jónsson segði farvæl við føroyskan fótbólt á hægsta støði hóskvøldið. Áskoðararnir fagnaðu honum, tá ið hann miðskeiðis í 2. hálvleiki varð skiftur út.
                      - Eg havi glett meg at koma til Føroya við Start. Leikluturin hjá mær var øðrvísi hesa ferð, enn hann plagar at vera. Eg havi altíð verið á føroyska liðnum, og havi havt áskoðararnar við mær, tá ið eg havi spælt her. Nú var eg á mótstøðuliðnum. Vit vunnu 1-0, og vit eiga at hava góðar møguleikar at fara víðari í kappingini, men avrikið var ikki gott. Skála stríddist væl, og tað er hugaligt, at føroysku feløgini hava staðið seg so mikið væl í Europa Cup higartil, staðfesti Todi Jónsson, sum gekk ímillum mongu rásirnar, ið vildu hava prát við hann.
                      Fyrsta ferðin Todi var við í Europa Cup dysti var í august 1992, tá ið KÍ tapti 3-1 móti Skonto Riga á Svangaskarði. Ta ferðina hevði Todi langt úti frá dundur skot, sum brast í tvørtræið. Síðani hevur hann spælt nógvar Europa Cup dystir, og hann hevur skorað mál í europeisku kappingunum fyri bæði Lyngby og FC:
 
Liðugur á landsliðnum
Tað hevur ikki verið heilt greitt, um Todi aftur fer at spæla við landsliðnum, ella um hann heilt er givin. Hóskvøldið staðfesti hann, at tíðin á landsliðnum er liðug:
                      - Eg eri 34 ára gamal, og tá ið nýggja EM undankappingin verður liðug, verði eg 36. Tá er man ov gamal at dúva uppá. Støðan hjá mær er soleiðis, at tað er sera týdningarmikið at vera í Keypmannahavn saman við familjuni, tá ið eg havi frí frá Start. Eg haldi ikki, at tað hevði borið til at nýtt tíð upp á landsliðið.
                      Tá ið Todi fer av Svangaskarði fyri síðstu ferð standa fleiri hugaligar løtur eftir í huganum. Ivaleyst mest spennandi løtan mundi tað vera, tá ið Føroyar 6. september í 1995 høvdu vitjan av Russlandi. Tíggju minuttir eftir steðgin stakk Kurt Mørkøre bóltin fram á miðjuna, har Todi setti ferð á. Tað eydnaðist honum at halda mótstøðumenninir aftanfyri seg, meðan hann spurtaði einar fjøruti metrar og síðani setti bóltin framvið russiska málverjanum. Føroyar vóru harvið á odda 2-1. Tá var rómur á Svangaskarði!