ÅRHUS: Eftir málturk í fimm dystir, og ósigur seinastu tríggjar ferðirnar, setti Todi Jónsson aftur gongd á FC Keypmannahavn.
Mikukvøldið var næstseinasta umfar í superliguni spælt, og í Århus gav FCK botnliðnum Århus Fremad turt uppá.
6-2, stórspæl í løtum, og nógvir kjansir. Og mitt í øllum rokanum var Todi Jónsson.
Í leikskránni til dystin prikaðu vertirnir til Toda Jónsson, tí hann ikki fekk mál í steypafinaluni, samstundis sum teir góvu honum framúr gott skoðsmál.
»Todi Jónsson kann bara iðra seg um, at Føroyar ikki sluppu við til HM-endaspælið, tí sum hann spælir í løtuni kunnu vit saktans koma í tankar um eitt lið í bólki C, sum hann kundi spælt á. Todi er ein framúr teknikkari, men í seinastu dystunum móti Brøndby hevði hann ikki rakt málið, um tað so fylti alla baklinjuna,« var sagt í leikskránni.
Og tað tók Toda bara tveir minuttir at sýna heimaáskoðarunum, at hann veruliga er í stórformi í løtuni, og at hann eisini dugir at gera mál.
Hann fekk eina sending fram ímillum, og so rann hann frá Fremad-verjuni, málverjin kom út ímóti, men Todi slapp fram við honum, snýtti so verjuspælaran, sum var náddur aftur, og mest sum spákaði bóltin seinasta teinin inn um mállinjuna.
Misnøgdur við
útskiftingina
Og málið setti ferð á gestirnar, sum trýstu heimaliðið í botn fyrsta korterið. Í hálvleikinum var 3-1, og eftir hvíldina tók FCK við har teir sleptu. Todi Jónsson streyk avstað í høgru, snýtti tveir verjuspælarar og legði so fyri føturnar á vongverjanum Carsten V. Jensen, sum skoraði sítt næsta mál í dystinum. Seinni gjørdi hann hattrick, tá hann slapp at taka brotsspark tveir minuttir fyri leiklok.
Tá ein tími varð spældur varð Todi tikin av vøllinum. Og tað fall ikki í góða jørð hjá føroyska álopsspælaranum.
Hann gekk seigliga av vøllinum og hugdi spyrjandi uppá venjaran, áðrenn hann setti seg í FCK-skýlið.
? Eg vildi gjarna sleppa at spæla restina av dystinum og gera eitt mál afturat, grundgav Todi Jónsson eftir dystin fyri misnøgdini, tá hann varð tikin út. Tá valdaði sátt og semja aftur millum hann og venjaran.
Eftir at Todi var farin av vøllinum misti álopsspælið hjá FCK nakað av broddinum, og restina av dystinum var tað miðvallarin Bjarne Goldbæk, sum var naskasti FCK-spælarin. Hann skoraði eitt mál og fekk brotsspark stutt fyri leiklok. Álopsspælarain David Nielsen formáddi sær einki uttan at gera brotsspark, og Thomas Thorninger, sum kom inn, var fullkomiliga anonymur.
Av tí at Silkeborg bert fekk javnleik mikukvøldið, situr FCK nú aftur á silvurkrónunum. Ein dystur er eftir at spæla