Eingin í FCK hevur lagt nakað trýst á landsliðsframherjan, men nógvu skaðarnir á landsliðsferðunum tykjast hava givð Toda nakað at hugsa um
LandsliÐ
Jákup Mørk
Tað tykist bara vera ein sannroynd, at tá Todi Jónsson fær ein skaða at dragast við, so er hesin altíð á onkran hátt knýttur at landsliðnum.
Seinasta dømi um hetta fingu vit, tá hann í dystinum móti Luksemburg noyddist skaddur av vøllinum, og hetta var so avgjørt ikki nakað, sum hóvaði leiðsluni í felagnum.
Í donsku bløðunum varð Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri, endurgivin fyri at siga, at tað kundi ikki vera rætt, at Todi líktist einum, sum hevði verið í grindadrápi, hvørja ferð hann kom aftur av landsliðsferð.
Hóast hørðu orðini, so heldur Todi tó ikki, at nakað persónligt liggur í hesum.
? Nei, hann hevur helst verið rættiliga irriteraður, og tað er kanska eisini skiljandi. Tað var jú ikki soleiðis, at eg á nakran hátt varð skeldaður. Sjálvandi vóru teir harmir um skaðan, men teir kunnu jú ikki gera annað enn at seta meg ígongd við at venja meg uppaftur.
Umhugsar landsliðið
Nógvu skaðarnir á landsliðsferðunum hava sjálvandi ávirkað tað arbeiðið, sum Todi hevur kunna gjørt fyri felagið. Enn hevur eingin í FCK verið í holt við FSF, soleiðis at Todi kann fáa frí frá landsliðnum, og Todi roknar heldur ikki við, at hetta verður aktuelt. Hinvegin tykist hann sjálvur at hugsa eitt sindur, hvørt tað kanska hevði verið rættari, um hann ikki spældi á landsliðnum.
? Eg havi onga avgerð tikið um tað enn, men tað er klárt, at mann fer at hugsa eitt sindur, tá skaðarnir konstant raka so óheppið. Tað er eingin í FCK, sum hevur lagt nakað trýst á meg í so máta, men hinvegin er tað jú her, at eg havi mítt arbeiði.
? Landsdystirnir her fyri hava eisini sýnt, at avloysararnir eru klárir, men sum sagt, so havi eg ikki tikið nakra avgerð enn. Eg havi so í øllum førum tveir mánaðir til at umhugsa støðuna, sigur Todi Jónsson at enda.