Todi var aftur í rætta essinum

Tá ið hann endiliga fekk møguleikan, varð føroyski álopsspælarin valdur at vera dagsins maður hjá FCK

ÚTISETAFELAG

Eins deyð er annars breyð. Meiri enn í so mongum øðrum førum hóskar orðatakið seg til tilveruna hjá fótbóltsspælarum. Inntil leygardagin var spurningurin, um Todi Jónsson skuldi sita á áskoðaraplássunum, ella um hann skuldi sita á beinkinum, tá ið Farum sunnudagin skuldi vitja í Parkini. Men leygardagin varð svenski álopsmaðurin hjá FCK, Jörgen Pettersson, smáskaddur í lærinum, og so fekk Todi Jónsson møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu.
? Tað var gott, at tað gekst so væl, tá ið møguleikin var har, eftir at eg ikki hevði verið við í seks dystum, segði Todi Jónsson eftir dystarenda, og tað er væl skiljandi, at Todi var fegin. Einki er so ørkymlandi hjá fótbóltsspælarum sum at sita á beinkinum, og hjá Toda kom tað eyka væl við at sleppa framat og spæla væl, nú hann samráðist við FCK um nýggjan sáttmála.
Stutt undan dystarenda varð Todi Jónsson skiftur út við verjuspælaran Boro Zivkovic, og bróðurparturin av teimum 17.288 áskoðarunum góvu til kennar, at teir vóru stak væl nøgdir við avrikið hjá Toda, sum bæði viðhaldsfólkini hjá FCK og hyggjararnir hjá TV3 mettu at vera tað besta av øllum. Todi Jónsson varð kosin at vera dagsins maður í Parkini.
? Um Jörgen Petterssson ikki hevði havt verið skaddur, so hevði eg ikki havt fingið møguleikan at spæla, staðfesti Todi Jónsson, og vit kunnu bara taka afturíaftur orðatakið, at eins deyð er annars breyð.
Komandi sunnudag skal FCK spæla á útivølli ímóti botnliðnum AB. Spurningurin er so, umTodi Jónsson fer at fáa møguleikan. Ímóti Farum var Sibusisu Zuma, sum í síðstu viku skrivaði undir nýggjan trý ára sáttmala við FCK, á miðvøllinum í høgru. Toppskjúttin í superliguni, Peter Møller, var í álopinum. Hann varð smáskaddur, tá ið hann stutt undan hvíldini fór av vøllinum. Tá varð Zuma fluttur í álopið, men myrki suðurafrikanarin var ikki serliga væl upplagdur sunnudagin.

Mál og upplegg
Orsøkin til at Todi Jónsson varð kosin dagsins maður var, at hann bæði skoraði og legði upp til tvey av málunum í 4?0 sigrinum ímóti Farum.
Tá ið Peter Møller úr stuttari fjarstøðu skoraði til 1?0, var tað eftir fínt innlegg úr vinstru frá Toda Jónsson. Tá vóru átta minuttir farnir, og fimm minuttir seinni skoraði Todi fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum. Úr høgru sneiddi hann framvið trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann úr átjan metra fjarstøðu smekkaði flatt og dygst innanfyri stólparótina.
FCK hevði alt spælið, og tá ið verjuspælarin Bo Svensson eftir horna økti til 3?0, átti Todi Jónsson næstsíðsta fótin á bóltinum. Innskifti Christian Lønstrup stútaði dygst undan steðginum til 4?0 eftir innlegg úr vinstru, og so komu ikki fleiri mál.
Farum misti tíðliga í 2. hálvleiki ? av órøttum ? ein verjuspælara, men FCK megnaði ikki at toga seg upp. Ferðin fór niður, og møguleikarnir vóru ikki so nógvir í 2. hálvleiki. Eftir kiksaða rangstøðufellu fekk Todi Jónsson fínan møguleika stutt frammanundan, at hann varð skiftur út, men skotroyndin við høgra beini miseydnaðist.
Eftir dystin staðfesti FCK venjarin, Hans Backe, at í løtuni eru FCK spælararnir einastu mótstøðumenninir, sum teir hava í superliguni. Um teir megna at varðveita støðið, sum teir hava víst síðstu ferðirnar, so er lítið at ivast í, at teir fara at vinna DM, men venjarin vil ikki tosa um DM. Hans Backe metti, at verjuspælarin, Martin Albrechtsen, sum bara er 22 ára gamalur, er so mikið dugnaligur, at hann longu er búgvin til størri uppgávur. Harvið sipar venjarin ivaleyst til, at FCK hevur ætlanir um at selja unga mannin og harvið heilt skjótt at vinna nógvar pengar fyri hann.
Hjá Martin Albrechtsen var tað døkkur plettur á sannførandi avrikið, at hann í síðstu løtu fekk annað gula kortið og harvið varð útvístur. Tað hevur við sær, at hann verður leikbannaður, tá FCK sunnudagin fer at vitja á gamla heimavøllinum hjá honum í Gladsaxe.