Todi verður viðgjørdur við sjokkbylgjum

Føroyski álopsspælarin spældi ikki við í venjingardysti sunnudagin, tí dóttir hansara brendi hondina í síðstu viku, og harvið varð viðgerð við sokallaðum sjokkbylgjum útsett nakrar dagar


Todi Jónsson hevur ilt við at sleppa av við ein skaða, sum hann hevur í hælsinuni, og nú roynir Start nýggjar leiðir fyri at fáa sítt álopsess klárt til kappingina, sum byrjar 9. apríl.
Todi fær viðgerð við sokallaðum sjokkbylgjum, og hesar bylgir gera, at hann kann ikki venja ella spæla í tríggjar dagar aftan á hvørja viðgerð.
- Vit hava gjørt alt, vit kunnu gera fyri at fáa skaðan burtur, men tað hevur ikki eydnast. Tí mugu vit royna nakað nýtt, og ætlanin er, at Todi skal fáa viðgerð við sjokkbylgjum tríggjar ferðir. Skal hann av álvara kunna spæla í ár, mugu vit gera hetta, sigur fysioterapeuturin hjá Start við blaðið Fedrelandsvennen.
Roknað verður við, at um hendan viðgerðin verður løgd væl til rættis, fer hon ikki at ávirka dystir hjá Toda, men hann má halda frí frá venjing í tríggjar dagar eftir hvørja viðgerð.
 
Dóttirin brendi sg
Fríggjadagin fekk Todi fyrstu viðgerðina við hesum sjokkbylgjum, og hon varð gjørd í Oslo. Ætlanin var, at Todi skuldi fáa hesa viðgerð fyrr í síðstu viku, men Fedrelandsvennen skrivar, at alt varð órógvað av, at dóttir hansara brendi seg illa í hondina av eini steikiplátu.
Tí fór Todi ikki til Oslo fyrr enn fríggjadagin, og so kundi hann ikki spæla við í dystinum sunnudagin, tá ið Start vann venjingardyst ímóti Odd Grenland 1-0.
Hetta var seinasti venjingardysturin, áðrenn Tippuligan byrjar næsta vikuskiftið.