Tørvur er á hjálparum í norðurøkinum

- Yvirskipaða endamálið við verkætlanini - Rudda Føroyar - er at fáa ein reinan, sunnan og ruskleysan heim

- Seinastu árini hava vit verið partur av altjóða ruddingardegi, sum í Føroyum er nevndur, Rudda Føroyar. Hetta er ein ruddingardagur, har øll lond rudda í senn. Sum nakað nýtt er dagurin eisini settur í kalendaran hjá ST, og stendur at vera 20. september.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at umleið 20 milliónir fólk úr øllum heiminum eru við í altjóða ruddingarátakinum á hvørjum ári.

 

- Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan, sunnan og ruskleysan heim, og meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða átakinum.

 

Í Klaksvíkar kommunu ásanna tey, at tørvur er á hjálparum í norðurøkinum.

 

- Fleiri enn 1000 føroyingar, bæði einstaklingar og fyritøkur, plaga at verða við, og tí er tørvur eisini á at fáa hjálparar, sum kunnu verða við til at samskipa ruddingina í norðurøkinum.

 

Ruddingin í norðurøkinum verður skipað í tøttum samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

 

- Vit eggja borgarum, fyritøkum og felagsskapum til at taka lut í ruddingini, men eisini at seta seg í samband við Rudda Føroyar, um áhugi er fyri at hjálpa til við praktiska partinum.

 

At enda verður lagt aftrat, at á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar ber til at skráseta seg sum hjálpara og sum ruddara.

 

- Les meira á heimasíðuni um, hvussu tú kanst gera títt íkast: Latið okkum halda Føroyar reinar, er áheitanin hjá Klaksvíkar kommunu, nú altjóða ruddingardagur verður leygardagin.