8. flokkur í Tofta skúla hevur eftir áheitan frá Nes kommunu ruddað á Svangaskarði í dag. Samsýningin fer óskerd sum hjálp til Ukraina.
Fyrrapartin var borgarstjórin, Súni í Hjøllum, og takkaði næmingunum fyri arbeiðið, og hann tók eisini hesa myndina av teimum, sum ruddaðu Svangaskarð.
Men, hetta er ikki einasta stuðulstiltak til frama fyri Ukraina, sum Tofta skúli hevur skipað fyri. Týsdagin hin 3. mai varð eisini skipað fyri einum væleydnaðum stuðulsátaki.
- Hetta átak varð skipað sum ein stuðulsrenning á rennibreytini á Svangaskarði, har allir næmingarnir runna ella gingu í ein hálvan tíma.
Í Nes kommunu siga tey, at fleiri møguleikar vóru at stuðla, og rættiliga nógv valdu at lata pening fyri at stuðla næmingunum, sum gingu ella runnu. Fólk komu eisini við reiðum peningi.
- Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan, og her kom eisini rættiliga nógv burtur úr, verður sagt.
Eftir stuðulsrenningina á Svangaskarði, fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna læt til høvið.
- Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu klokkan 13, og her var nógvur sangur á skránni, har næmingar spældu undir á ljóðføri og sungu fyri til felagssang.
Í Nes kommunu siga tey, at nógv foreldur, ommur, abbar og aðrir næstringar møttu upp til hesa hugnaløtu. Tá sangløtan var liðug, varð boðið til ein góðan kaffimunn. Eisini varð møguligt at keypa smákøkur og heimagjørt súltutoy.
Allur innkomni peningurin fyri hesa sølu fór til stuðulsátakið.
Í løtuni er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv kom inn til stuðulsátakið ”Hjálp til Ukraina”, men hetta verður greitt í næstum.
- Avgjørt er, at allur stuðulin verður latin til Reyða Kross Føroya at umsita og lata sum hjálp til Ukraina, siga tey í Nes kommunu í dag.