Í ódnarveðrinum á Svangaskarði leygardagin vann B36 seg uppum niðurflytingarstrikuna við sínum næsta sigri í landskappingini í ár.
Tað sást beinanvegin, hvat betra liðið var, tí hóast mótvind, legði útiliðið trýst á B68 málið frá byrjan av. Støðan var eisini 3-0 við steðgin, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Tað gekk tó ein løta, áðrenn B36 fekk hol á, og var tað Áki Mørk, sum hevði seinasta fótin á bóltinum. Hetta var eitt væl gjøgnumspælt álop í høgru síðu, sum endaði við, at bólturin datt fyri føturnar á Áka Mørk. Málverjin var farin úr málinum, og so skuldi Áki bara langa til.
Stutt eftir økti B36 um leiðsluna, tá sami Áki Mørk fekk sítt næsta mál í dystinum. Sonni Johansen, sum hesuferð var við øðrum liði, varð spældur leysur. Heldur enn at skjóta sjálvur legði hann tvørturum til Áka Mørk, sum stóð betri fyri, og hann hevði lætt við at skora.
Sonni Johansen skoraði síðani sjálvur til hálvleiksstøðuna 3-0. B36 hevði fleiri aðrar málmøguleikar fyri steðgin, men tað eydnaðist ikki at fáa fleiri mál.
Lættur sigur
B68 hevur staðið seg illa í 2. deild í ár, og teir eru stórfavorittar at flyta niður. Enn er bert eitt stig á bankabókini, og nógv mál eru farin ígjøgnum. B68 skuldi í veruleikanum hava okkurt burturúr hesum dystinum, um nøkur vón skuldi vera, men soleiðis gekk ikki.
Tað er kanska eisini heldur tunnligt við fólki á Toftum, og veteranbrøðurnir Aksel og Ingemar Højgaard spældu báðir við øðrum liði leygardagin.
B36 fekk fjórða málið miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Dánjal Petur Johansen skoraði til endaliga úrslitið 4-0-
Hetta var ein sera týdningarmikil sigur hjá B36, sum nú legði B71 afturum seg aftur og fór uppum niðurflytingarstrikuna.
Komandi vikuskiftið møtast júst B36 og B71 í Havn, og hesin dysturin kann fara at hava stóran týdning fyri, hvat lið skal spæla niðurflytingardyst ímóti næstovasta liðnum í 3. deild.
Um B68 skal gera sær nakrar vónir um at varðveita plássið í 2. deild, so skulu nøkur stig fáast til høldar rættiliga skjótt. Enn eru allar vónir ikki brostnar, tí B71 er bert seks stig frammanfyri, meðan munurin upp til B36 nú er átta stig.
B68-B36 0-4 (0-3):
0-1: Áki Mørk
0-2: Áki Mørk
0-3: Sonni Johansen
0-4: Dánjal Petur Johansen