Tað var vorðið sum endaspurtur í samstarvinum millum B68 og Bill Jacobsen. Tað er longu langt síðani, at tað var greitt, at nú var meiri enn fimm ára langa skeiðið hjá Bill Jacobsen á Svangaskarði av.
At venjarin beyð farvæl varð markerað við manér. Bill hevði valt at seta tíggju spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum ella hava røtur har, millum teir fyrstu ellivu. Einasti fremmanda maðurin, um tað ber til at nevna hann soleiðis, var Ndende. Hann er mest sum vorðin toftamaður, nú hann hevur verið á Svangaskarði í fýra ár og leygardagin var á besta liðnum fyri 100. ferð.
Fyrstu løtuna sá tað einki út. Heðin Askham hevði givið trimum, sum ikki hava spælt so nógv, møguleikan millum teir fyrstu ellivu, og Poul G. Olsen, Arnar Dam, Brian Olsen og hinir løgdu ógvusliga fyri.
Tá ið 1. hálvleikur var hálvrunnin, høvdu Leif Niclasen og Pætur Dam Jacobsen lagt EB/Streym framum við tveimum málum, og alt bendi á, at tað skuldi endað við favorittsigri.
B68 kom fyri seg
Men so fótaði B68 sær, og EB/Streyma spælararnir tóktust hava ilt við at varðveita fokus. B68 misnýtti brotsspark, áðrenn tað glapp, tá ið ein lítil tími var farin.
Innskifti Kristian Anton Andreasen umsetti nýtt brotsspark til mál, og so tevjaðu ungu toftamenninir, sum stríddust fyri heiðurligum farvæl til venjaran, øll stigini. Tveir minuttir eftir, at teir høvdu fingið hol á, stýrdi Ndende við høvdinum frísparksinnleggi í málið, og tá ið eitt korter restaði, var tað Jónleif Højgaard, sum hevur havt sítt besta kappingarár higartil, sum skoraði sigursmálið.
Stórur fagnaður í B68 leguni, nú teirra lið fyri aðru ferð í ár hevði sent teir í EB/Streymi av Svangaskarði við ongum, og tað sá út til, at teir í EB/Streymi ikki kendu árið at hava verið miseydnað, tá ið teir fingu silvurkrónurnar um hálsin.
Og so var fótbóltsárið liðugt hjá teimum flestu. Burtursæð frá venjarunum báðum – Heðin Askham og Bill Jacobsen – sum nú í felag fyrireika seg til síðstu uttanlandsferðina í ár við U-21 landsliðnum.