Tá SEV seldi eina av sínum gomlu Vestas-myllum herfyri, valdi felagið at selja mylluna til eitt danskt felag, hóast at føroyska orkufelagið Røkt var millum tey feløgini, ið bjóðaðu á hana.
Tað vakti ans í nøkrum fjølmiðlum, tí danska felagið seldi stutt eftir mylluna til júst Røkt.
Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag, játtar SEV, at RØKT var eitt av trimum feløgum, ið bjóðaðu á Vestas-mylluna, men at teirra tilboð var væl lægri enn tað hjá hinum feløgunum.
- Trý boð komu upp á mylluna, og tað stutta av tí langa er, at boðið frá Røkt var væl lægri enn boðið frá einari danskari fyritøku. Tískil seldi SEV sjálvandi mylluna til donsku fyritøkuna. SEV javnsetti allar tríggjar møguligar keyparar í einari sølutilgongd, so allir fingu somu viðgerð, og SEV skuldi sjálvsagt vegna sínar eigarar, sum ígjøgnum kommunurnar eru allir føroyingar, royna at fáa sum mest fyri mylluna.
Í tíðindaskrivinum leggur felagið eisini dent á, at Røkt fekk somu viðgerð sum hini feløgini.
- Í hesum sambandi er neyðugt at rættleiða og staðfesta, at Røkt fekk somu viðgerð sum hinir, ið bjóðaðu, og at SEV vegna sínar eigarar tók av besta prísinum. Tá Røkt síðani hevur keypt partar av somu mylluni aftur frá danska keyparanum, kann tað bera boð um, at Røkt hevði væntað sær at fingið mylluna bíligari frá Føroya fólki, sum eigur elfelagið. SEV er av teirri áskoðan, at Røkt noyðist at ganga undir somu spælireglur sum onnur.