Tolið hjá leirvíkingum við at ganga undan

Um 10 dagar loyvið útgingið at binda vegin frá Norðoyatunlinum í Leirvíksvegin, men enn vita tey einki um, nær nýggjur vegur verður gjørdur. Nýggjur vegur kostar 50 milliónir og leirvíkingar krevja, at nógv tað mesta av honum skal gerast næsta ár

Um 10 dagar gongur loyvið at binda vegin frá Norðoyatunlinum í Leirvíksvegin út.

Og Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, letur tað vera ein opnan spurning, hvørja støðu bygdaráðið fer at hava til at longja loyvið enn einaferð.

- Tað veldst alt um, hvørja støðu, tann nýggja samgongan hevur til málið, sigur hon.

Hon sigur, at fáa leirvíkingar trygd fyri, at ein vegurin verður gjørdur næsta ár, verður tað sjálvandi góðtikið, tí tey vilja helst hava eina loysn í sátt og semju.

Men hon vil ikki spáa um, hvat fer at henda, fáa leirvíkingar ikki trygd fyri at vegurin verður gjørdur næsta ár.

- Tað verður ein spurningur, vit taka støðu til, tá ið vit vita, hvørja lagnu, vegurin fær.

Vegurin í gjøgnum Leirvík í sambandið við Norðoyatunnilin hevur verið ein politisk kastibløka í fleiri ár og Leirvíkar Bygdaráð hevur fyrr róð framundir, at ein møguleiki, tey hava, er at nokta fyri at longja loyvið at binda tunnilsvegin í bygdarvegin í Leirvík.

- Vit vænta avgjørt, at vegurin verður gjørdur nú, og vísir tað seg ikki at vera so, verður tað ein spurningur, vit taka upp tá.

Men hon vil ikki svara upp á um talan kann verða um at nokta at longja íbindingarloyvið.

- Tað fáa vit at síggja, tá ið tann støðan er íkomin. Fyribils hugsa vit bara um at fáa málið loyst.

Hon sigur, at nú er ongin umbering fyri ikki at gera vegin, tí landsins myndugleikar fingu í summar eina greiða fráboðan frá bygdaráðnum um, hvussu vegaføringin skuldi vera.

Men vit vilja hava gongd á nú, so at hann verður mestsum liðugur í næsta ár og tað merkir, at ein munandi upphædd skal setast av til vegin á fíggjarlógini fyri 2009.

- Tað er øgiliga umráðandi fyri okkum, at hann verður gjørdur í einum og at hann byrjar nú, leggur bygdaráðsformaðurin afturat.

- Vit kunnu ikki liva við hesum longur. Ferðmarkið verður yvirhøvur ikki virt og tí er tað fullkomiliga óforsvarligt, sum nú fer fram.

Fríðgerð Heinesen vísir eisini á, at vegurin ígjøgnum Leirvík, var ein partur av norðoyatunnils-verkætlanini og hon heldur, at politiski myndugleikin átti at gjørt hesa verkætlanina heilt lidna, áðrenn teir fóru undir eina nýggja tunnilsverkætlan.