Tolkurin heldur við Føroyum

Alexandre Silva hevur verið umsetari hjá portugisiska ferðalagnum seinastu dagarnar

Nú nærkast til stórdystin ímillum Føroyar og Portugal á Tórsvølli. Vit hava prátað við mannin, sum var tolkur hjá portugisum til tíðindafundin í gjár. Talan var um Alexandre da Silva Braga, ið hevur búð í Føroyum seinastu 14 árini. Alexandre er úr Brasilia, og tískil er portugisiskt hansara fyrstamál.

 

- Tað hevur verið eitt spennandi starv, sum eg havi fingið frá FSF seinastu dagarnar. Tað er stuttligt at kenna ein slíkan stemning aftur, tí eg havi sjálvur verið yrkisleikari, áðrenn eg kom til Føroya at spæla, sigur Alexandre Silva.

 

Alexandre Silva hevur eina kenslu av, at portugisarnir taka uppgávuna í kvøld í fullum álvara.

 

- Eg giti, at hetta verður ein sera spennandi dystur. Allir portugisisku leikararnir eru sera fokuseraðir undan hesum dystinum. Fyri okkum føroyingar kann tað kanska tykjast sum, at portugisararnir eru rættiliga arrogantir, men teir leggja bara dent á dystin í kvøld og onki annað. Men hinvegin hava Føroyar eitt gott og væl skipað lið, ið kann spæla góðan fótbólt, sigur Alexandre da Silva.

 

Brasiliumaðurin sigur, at í kvøld heldur hann við Føroyum.

 

- Eg eri jú brasilianari, ikki portugisi. Men mítt næsta land, sum mær dámar best eftir Brasilia, er Føroyar, har eg havi búð í 14 ár. Eisini havi eg familju og barn her. Í kvøld haldi eg avgjørt í Føroyum, og eg vóni, at Føroyar fáa eitt gott úrslit í kvøld. 

 

Tá ið Alexandre da Silva varð biðin um at tippa úrslit av dystinum segði hann, at tað tordi hann snøgt sagt ikki.

 

- Føroyar kunnu vinna dystin, um føroyingar fáa eina góða byrjan. Men vit skulu ikki gloyma, at hetta eru evropameistararnir, sum vit spæla ímóti. Teimum mugu vit hava virðing fyri, segði Alexandre da Silva Braga at enda.