Tollfrælsi setti eld í fjúsið

Løgtingsskrivstovan heldur, at avtala um fult tollfrælsi millum Føroyar og Ísland er í stríð við stýrisskipanarlógina. Andstøðutingmaður ætlar sær víðari við málinum og mælir til at seta ein kanningarstjóra. Løgmaður heldur seg einki skeivt hava gjørt

Fyrsta frælsið í fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Ísland skapar nú trupulleikar hjá løgmanni.
Umsitingin í løgtinginum heldur, at heimildirnar neyvan vóru í lagi, tá ið løgmaður gjørdi eina avtalu við íslendingar um tollfrælsið millum Føroyar og Ísland uttan at løgtingið góðkendi hesa avtalu.
Andstøðutingmaður heldur, at talan er um eitt álvarsmál, og hann ætlar sær víðari við málinum fyri at fáa tað betur lýst.
Løgmaður heldur hinvegin, at hann hevur einki skeivt gjørt, og at hann kundi gera avtaluna við íslendingar uttan at løgtingið góðkendi hesa avtalu, tí neyðugt var ikki við lógarbroytingum.

Tvær avtalur
Síðsta dagin í august settu Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Dávið Oddson, íslendskur uttanríkisráðharri, sínar undirskriftir á ein sáttmála millum Føroyar og Ísland.
Sáttmálin skal gera Føroyar og Ísland til eitt búskaparøki, og sáttmálin er tann mest víðfevndi, sum føroyingar nakrantíð hava gjørt við eitt annað land.
Frameftir skulu vørur, tænastur, kapitalur og fólk hava frítt at ferðast millum Føroyar og Ísland, og við sáttmálanum kunnu føroyskar fyritøkur uttan trupulleikar seta seg niður í Íslandi og øvugt.
Longu tveir dagar seinni  tann 2. september  varð ein partur av fríhandilssáttmálanum millum føroyingar og íslendingar settur í gildi, tá ið Jóannes Eidesgaard og Dávið Oddson skrivaðu undir eina nýggja avtalu, sum setti tað fyrsta frælsið í gildi beinanvegin.
Hetta var tollfrælsi fyri vørur, sum ferðast landanna millum, og meðan bíðað verður eftir, at fríhandilssáttmálin verður settur í gildi allur, sum hann er, verður avtalan um tollfrælsi galdandi.

Kannaði heimildirnar
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum var við í arbeiðnum at fyrireika høvuðssáttmálan við íslendingar, og nevndin viðmælti sáttmálan, sum løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin skrivaðu undir tann 31. august.
Men avtalan, sum varð gjørd tann 2. september, var ongantíð viðgjørd í uttanlandsnevndini, og tað er hon, sum nú er blivin miðdepil í einum nýggjum politiskum stríði.
Johan Dahl, sum er formaður í uttanlandsnevndini, spurdi løgmann um heimildarnar fyri at seta tollavtaluna í gildi, og tann 8. september fekk hann svar frá løgmansskrivstovuni, sum grundgav fyri heimildunum at gera avtaluna.
Formaðurin í uttanlandsnevndini bæð umsitingina í løgtinginum gera viðmerkingar til skrivið frá løgmansskrivstovuni, og tá ið svarið kom frá Kristinu Samuelsen, skrivara hjá uttanlandsnevndini, varð eldur settur í fjúsið.

Ivasamar heimildir
Umsitingin hjá løgtinginum pettar skrivið frá løgmansskrivstovuni sundur og ger viðmerkingar til 13 viðurskifti í skrivinum. Í viðmerkingunum verður stórt spurnartekin sett við heimildirnar at gera tollavtalu við íslendingar, uttan at málið hevur verið fyri í løgtinginum.
Løgtingsskrivstovan heldur, at løgmaður fyri tað fyrsta ikki hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina um tollavtaluna, og fyri tað næsta kann uttanlandsnevndin ikki taka støðu vegna løgtingið, tá ið avtalur eru tengdar at luttøkuni hjá løgtinginum ella eru av týdningarmiklar.
Sambært stýrisskipanarlógini skulu allar týðandi millumtjóðaavtalur góðkennast av løgtinginum, áðrenn tær verða settar í gildi. Um lógarbroytingar eru tengdar at avtaluni, skal løgtingið verða við, og tað sama er galdandi um avtalan verður mett at vera týdningarmikil.
 Metingin av, um ein sáttmáli er týdningarmikil í stýrisskipanarligum týdningi, liggur í fyrstu syftu hjá løgmanni og í síðsta enda í løgtinginum, skrivar Kristina Samuelsen, nevndarskrivari, í sínum viðmerkingum.

Mælir til kanningarstjóra
Løgmaður metti ikki, at talan var um eina so týdningarmikla avtalu, at hon skuldi leggjast fyri løgtingið at verða góðkend, áðrenn hon kundi koma í gildi. Harafturat heldur løgmaður heldur ikki, at neyðugt er við lógarbroytingum.
Løgmaður spurdi Toll- og Skattstovuna um hetta, og svarið frá Toll og Skatt var, at tað er ikki neyðugt við lógarbroytingum fyri at seta tollavtaluna í gildi.
Løgtingsskrivstovan heldur hinvegin, at tað er sera ivasamt, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimild at gera fyriskipan um at taka av tollin á til dømis mjólk, ið verður innflutt til Føroya úr Íslandi, fyrr enn sáttmálin um frælsa flyting av vørum er lagdur fyri og góðkendur av løgtinginum.
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, heldur, at talan er um álvarsligt mál, og hann segði í gjár við Útvarpið, at hann ætlar sær víðari við málinum.
Hergeir Nielsen helt, at frægasta loysnin var at seta ein kanningarstjóra at kanna heimildirnar hjá løgmanni. Fyri at løgtingsformaðurin skal seta ein kanningarstjóra skal ein áheitan koma frá tveimum fimtapartum av løgtingslimunum.


*****

Stýrisskipanarlógin

§ 52. Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond.

Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.

Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.