Í morgun úttalaði Bjørn á Heygum, advokatur og verji hjá Sveini Tróndarsyni seg um, hvat ein møguligur dómur í sakarmálinum millum Jørgen Niclasen og tey fýra tíðindafólkini kann fara at bera í sær - alt eftir, hvørja niðurstøðu dómarin nú einaferð fer at koma til.
Í samrøðu við Kringvarpið vísti advokaturin á, at sakarmálið koyrir í borgarligum regi á tann hátt, at tann, sum ákærir og krevur revsing í hesum førinum er landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen - og ikki ákæruvaldið. Hinvegin, er hetta ein privat sak á tann hátt, at hon koyrir ikki eftir teimum revsirættarligu prinsippunum í rættargangslógini.
- Men, her er í øllum føri ein ákæri, sum er Jørgen Niclasen og nøkur ákærd, sum eru hesi fýra fólkini. Í so máta er hetta ikki ein vanlig borgarlig sak. Tey fýra eru ákærd eftir grein 267 í revsilógini, og henda greinin setir upp nøkur krøv og nakrar treytir, og tað er hetta, sum gingið verður eftir.
Hetta merkir, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, at tey fýra ákærdu eru ikki undir vanligu borgarligu reglunum fyri, hvussu avhoyringar og annað fer fram, men eftir revsirættarligu reglunum.
- Tað merkir, at hesi fýra - uttan at vera revsað sum so - kunnu siga ósatt í rættinum, tá talan er um revsimál. Vitnini skulu hinvegin siga sannleikan undir revsiábyrgd, og tað ger dómarin greitt, áðrenn hvør avhoyring sær byrjar.
Bjørn á Heygum vísti á, at í einum slíkum máli sum hesum kunnu tey ákærdu noyðast inn at sita, og tey kunnu fáa bøtur, um tey verða funnin sek í at hava brotið grein 267 í revsilógini.
- Í einum sivilum máli verður ikki tosað um revsing og bøtur. Tá verður vanliga tosað um endurgjaldskrav og annað tílíkt, og tað er hetta, sum er munurin.
Verjin segði í samrøðu við Kringvarpið, at tað skal vera ógvuliga álvarsligt, um hesi fýra skulu dømast inn at sita, men teoretiskt kunnu tey koma inn at sita fyri brot á grein 267 í revsilógini, legði Bjørn á Heygum, advokatur, aftrat.