Komandi dagarnar fara fleiri brúgvaløg við regni at troka seg inn yvir Føroyar av suðri.
Í dag
Lot til andøvsgul av útsynningi, framvegis skýggjað og møguliga regn av og á, men út á seinnapartin klárar í. Hitin millum 7 og 12 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s, sum í nátt hækkar í ein útsynning og vestan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men um kvøldið fer at regna. Hitin millum 7 og 12 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul, fyrst av útsynningi, seinni av suðri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og támut og í støðum møguliga regn. Hitin millum 7 og 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut, men um dagin fyri tað mesta turt og møguliga sær sólin. Um náttina regn av og á. Hitin millum 10 og 15 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin øtlar í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út á kvøldið klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 3 til 8 m&s. Yvirhøvur turt, men skýggjað, tó møguliga sólglottar í støðum. Um náttina lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Hitin millum 7 og 12 stig.