Norska løgreglan hevur áður sagt, at tað hevur verið avbjóðandi at samstarvað við miljarderin, Tom Hagen, sum løgreglan heldur hevur ein leiklut í, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, er horvin. Løgreglan heldur, at konan er dripin í heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, og tey hava skuldsett Tom Hagen fyri dráp - ella viðvirkan til dráp.
Tá konan hvarv, var miljarderurin til arbeiðis, og hóast hann henda seinasta dag í oktober í 2018 ringdi heilar átta ferðir til konu sína, varð telefonin ikki tikin. Hann gjørdist órógvaður á arbeiðsplássi sínum, tá konan ikki svaraði, og tá hann kom heim aftur tíðliga seinnapartin, var eingin kona.
Og Anne-Elisabeth Hagen hevur verið burtur síðan.
Í heiminum lá eitt bræv við kravi um níggju miljónir evrur í loysigjaldi, um Tom Hagen skuldi fáa konu sína aftur, og í brævinum varð eisini sagt, at um løgregla - ella miðlar - vórðu drigin upp í málið, var lívið hjá konuni í vanda. Men, Tom Hagen aktaði ikki hesi boð og setti seg stutt eftir í samband við løgregluna, sum í loyndum arbeiddi við málinum í tíggju vikur, áðrenn tað gjørdist alment kent, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin.
Í dag veit VG at siga, at Tom Hagen fyrstu ferð varð avhoyrdur í málinum sama dag, sum kona hansara hvarv. Síðan hevur hann verið til fleiri avhoyringar sum vitni - helst einar 10-12 tilsamans - til hann í mai mánaði í ár varð avhoyrdur sum drápsskuldsettur. Hann varð eisini handtikin, men lagmannsrætturin metti ikki, at haldgóð prógv vóru fyri at varðhaldsfongsla mannin. Tískil varð Tom Hagen leyslatin aftur, eftir at hava sitið nakrar dagar í varðhaldi.
Lagmannsrætturin metti nevniliga, at sannlíkindini fyri, at maðurin er ósekur, eru størri enn sannlíkindini fyri, at hann er sekur. Løgreglan ætlaði at handtaka mannin aftur, eftir at hann varð latin leysur, men hesum setti ríkisadvokaturin seg upp ímóti og vísti á, at rættarskipanin hevði talað.
Vanligt er, skrivar VG, at vitni og skuldsett gjarna undirskriva løgregufrágreiðingar, eftir at fólk eru avhoyrd. Tá hesi sleppa at lesa sínar egnu frágreiðingar ígjøgnum, er vanligt, at okkurt verður lagt aftrat - ella, at onkrar viðmerkingar verða gjørdar til skrivaðu frágreiðingina. Tá hetta er fingið upp á pláss er vanligt, at vitni ella skuldsett undirskriva frágreiðingina, sum løgreglan hevur skrivað frá avhoyringini.
Men, í dag veit VG at siga, at sambært upplýsingum, sum heimasíðan hevur fingið, hevur Tom Hagen ikki undirskrivað eina einastu løgreglufrágreiðing, men hann hevur hinvegin havt fleiri viðmerkingar og ískoyti, sum eru løgd aftrat egnum frágreiðingum.
Hóast Tom Hagen telist millum ríkastu fólk í Noregi, hevur hann ongantíð søkt almannaeygu, og í avhoyringum hevur hann sambært VG eisini sagt, at hann ongan áhuga hevur í at lýsa sítt hjúnarlag niður í smálutir í almennum skjølum, tí tað gevur honum ikki konuna aftur kortini.
Tom Hagen skal eisini hava sagt løgregluni, at innihaldið í einari avhoyring í februar í fjør var ov privat. Hann skal hava gjørt sínar viðmerkingar til, at ymiskt, hann fortaldi løgregluni um kreppur í hjúnalagnum, eftir hansara tykki ikki átti at verið fest á blað. Sjálvur skal miljarderurin hava kallað hesar upplýsingar óneyðugar í einari løgreglufrágreiðing.
Miljarderurin heldur upp á, at hann als ongan leiklut hevur í, at kona hansara er burtur. Eftir at hann varð leyslatin í byrjanini av mai í ár, segði løgreglan, at tað hevur verið avbjóðandi at samstarva við Tom Hagen, og seinastu vikurnar hevur miljarderurin fylgt tilmælinum hjá verja sínum, Svein Holden, um ikki at taka lut í fleiri avhoyringum.
Tey trý børnini hjá Hagen-hjúnunum, sum eisini eru avhoyrd í fleiri umførum, hava eisini takkað nei til nýggjar avhoyringar hjá løgregluni. Tá Tom Hagen nakað eftir leyslatingina var hjá løgregluni og skuldi lesa eina frágreiðing, hann hevði givið, meðan hann sat í varðhaldinum, segði verji hansara, at fundurin mátti avlýsast, tí miljarderurin gjørdist illa fyri.
Tá løgreglan síðan úttalaði seg um fundin, sum mátti niðurleggjast, varð løgregluadvokaturin í miðlunum endurgivin fyri at siga, at Tom Hagen var "litt pjusk" hesa løtu. Hetta fall ikki í góða jørð hjá verjanum, Svein Holden, og síðan hendi tað, at bæði Tom Hagen og tey trý børnini hjá honum sýttu fyri at fara til fleiri avhoyringar hjá løgregluni í málinum um konuna og mammuna, Anne-Elisabeth Hagen.
##med2##